Bert eitt stig restar

Tað er nú bert ein spurningur um formalia, áðrenn FS Vágar aftur er í bestu deildini

2. deild

Tað hevur tókst greitt alt árið, at vágamenn hava havt tað sterkasta liðið í næst bestu føroysku fótbóltsdeildini, og nú tykist tað bert vera ein spurningur um tíð, áðrenn hesin veruleikin verður staðfestur.
Leygardagin vitjaðu vágamenn í Runavík, og eins og tað hevur verið galdandi seinastu nógvu umførini, so endaði tað aftur hesa ferð við trimum stigum til Vágarnar.
Fyri steðgin kom bert tað eina málið, og syrgdi John Johannesen fyri hesum. Seinna umfarið kundu Sonni Johansen, Jens Erik Rasmussen og Elfinn Ørvarodd tryggja sigurin, og nú kunnu vágafólk helst gleða seg uppflytingarveitsluna, sum eftir øllum at døma verður hildin, tá lerirvíkingar koma vestur at spæla komandi vikuskifti.

Eru vísir
Sjálvandi skulu teir ikki kanna sær bitan, áðrenn hann er svølgdur, og enn kann tað í teoriini ganga galið, men so er eisini alt sagt.
Sum støðan er á stigatalvuni, so er munurin niður til sumbingar, sum er næsta liðið av teimum kunnu flyta upp, 12 stig. Og við fýra dystum eftir skal tað ganga verri enn av skriðjuni til, um oddasessurin ikki skal varðveitast.
Og sum vit áður hava nevnt, so tykjast vágamenn eisini betri fyri til tilveruna í bestu deildini, enn teir gjørdu, tá liðið í fjør noyddir úr bestu deildini. Fyrst og fremst tí felagið í ár fekk tilgongd av fleiri leikarum, sum áður hava verið í útlegd aðrastaðni, umframt at tveir brasiliumenn eisini vórðu fingnir til vega.
Og við útlitum fyri einum komandi undirsjóvartunnili er einki at siga til, at fótbólturin eisini væntar sær betri kor. Tá verður tað í øllum førum meira ómaksleyst hjá leikarum, sum arbeiða í miðstaðarøkinum, at koma vestur til venjingar og dystir, og megnar felagið framyvir at steðga útflutninginum av leikarum, sum annars hevur eyðkent seinnu árini, so fer brádliga at síggja heilt ljóst út.


NSÍ-FS Vágar 0-4(0-1)
0-1: John Johansen
0-2: Sonni Johansen
0-3: Jens Erik Rasmussen
0-4: Elfinn Ørvarodd