Bert formalia eftir

Raðfylgjan av liðunum í kvinnudeildini verður neyvan broytt eitt komma í seinasta umfarinum

Kvinnuhondbóltur

Vinnur Kyndil grannauppgerðina móti Neistanum við í minsta lagi átta málum, býta tær um pláss við Stjørnuna á stigatalvuni, men hetta er sum so einasta møguliga broytingin í seinasta umfarinum. Gaman í kann Neistin við einum rimmar sigri toga seg fram um Kyndil, men hesin skal í so fall verða upp á 17 mál, og tað er so neyvan hugsandi.
Í aðrar mátar er alt avgjørt í kvinnudeildini. VB fer til Runavíkar eftir gullinum, sum tær ognaðu sær fyri góðari viku síðani, og tó at hetta er fyrsta gullmerkið í 53 ár til VB-kvinnurnar, so kann ikki roknast við, at veitsurómurin verður tann sami, sum hann var seinasta vikuskiftið.
Í Havn verður sum sagt grannauppgerð millum Neistan og Kyndil, og so verða tað silvur- og bronsuvinnararnir úr ávíkavist VÍF og StÍF, sum fara at hita upp til stóra brakið hjá monnunum í Vestmanna.