- Bert fræls fólk kunnu hugsa frælst

- Føroyingar hava ikki rivið seg mentunarliga leysar frá fremmandu mentanini, ið hevur verið ráðandi í øldir í Føroyum. Ikki fyrr enn í nýggjari tíð hava føroyingar fingið loyvi til at vera rættir føroyingar. Tað ber ikki til at leypa søgulig tíðarskeið um, og tað ber heldur ikki til at heinta alt tað mista inn við at leypa annað um. Lutvís tí er føroyska mentanin afturlítandi og inneftirlítandi, sigur Peter Turtschaninoff, fráfarandi stjóri í Norðurlandahúsinum, ið í viðtali í dag lítur aftur á tíðina í Føroyum

Á samkomu hósdagin segði Peter Turtschaninoff farvæl sum stjóri í Norðurlandahúsinum. Hann hevur stjórnað húsinum seinastu fimm árini, og hann dylir ikki fyri, at hann hevur gingið upp í húsið og uppgávuna, hann varð settur til, við brennandi áhuga. Tað er við ikki sørt av sorgblídni, at hann sigur farvæl, men hann vónar, at hann framvegis kann arbeiða til frama fyri føroysk áhugamál, uttan mun til, hvar hann er.

- Eg fari altíð at hava annað beinið í Føroyum, mær hevur dámað sera væl og eg havi nógvar vinir her. Mær dámar væl at vita og frætta, hvat gongur fyri seg, har eg eri og tað ber væl til í Føroyum. Føroyingar ganga høgt uppí, hvussu øll hava tað, og teir hava eitt nært tilknýti til náttúruna.

- Persónliga havi eg fingið ótrúliga nógv burtur úr míni tíð her. Hetta hevur verið ein stór búningarprosess. Alt virkar øðrvísi her enn í Finnlandi. Sjálvt tíðarhugtakið. Føroyingar hava eina aðra fatan av tíð, teir lurta eftir rútmuni í náttúruni og eru tískil sunnari enn onnur fólk, sigur Peter Turtschaninoff.

Tað var í grundini av tilvild, at Peter Turtschaninoff, ið er útbúgvin tíðindamaður og hevur drúgvar royndir í tíðindaflutningi í finska útvarpinum, endaði í Føroyum.

- Tá ið eg gekk í skúla sum drongur var eg í øðini um, at Føroyar bert fyltu eina hálva síðu í geografibókini. Kunnleikin um Føroyar var fjaldur fyri okkum børnum. Eg uppdagaði so Føroyar í sjeytiárunum og meldaði meg uppí Finsk-Færøsk Lag. Havi altíð lisið um Føroyar og tók á sinni stig til, at føroysk tíðindafólk í sjónvarpi og útvarpi komu uppí norðurlendskt samstarv. Fyrsti fundurin í hesum høpi varð hildin í Norðurlandahúsinum í Føroyum, og tað var tá eg frætti, at stjórastarvið í Norðurlandahúsinum varð lýst leyst, sigur Peter Turtschaninoff.


Og nú er túrurin komin til børnini. . .

Hvat leggur tú eftir teg í Føroyum?

- Tað má eftirtíðin meta um, men eg rokni við, at nøkur tiltøk, ið eg havi sett í verk, verða standandi og fara at verða á skránni komandi árini. Har hugsi eg serliga um tiltakið Prix Føroyar, og um samstarvið millum okkum og útvarpið og sjónvarpið, tá ið tað snýr seg um Nýggjárskonsertina.

Størsta uppgávan metir Peter Turtschaninoff at hava verið at lata húsið meiri upp fyri ungdóminum. Hetta er ikki av tilvild. Norðurlandaráðið, ið fíggjar meginpartin av rakstrinum av húsinum, krevur av leiðsluni, at meiri skal gerast við ungdóms- og barnamentan umframt, at tann fólksligi parturin verður varðveiddur.

- Við Prix Føroyum hevur unga tónleikafólkið fingið eitt pláss í samfelagnum. Við at tiltakið verður varpað út í útvarpi og sjónvarpi sær alt Føroya fólk, ommurnar og abbarnir hjá hesum, ið taka lut, hvat fyri tónleikur, tey ungu eru upptikin av. Tiltakið krevur nógv av húsinum, men eg trúgvi, at tað hevur ómetaligan stóran týdning fyri tónleikararnar og tónleikalívið. Vit byrjaðu við 24 bólkum og nú eru 35.

- Tiltakið gevur eitt úrslit av dygd. Fyri fimm árum síðani vórðu fimm fløgur framleiddar í Føroyum um árið og nú verða 35 givnar út. Partvís er tað takkað Prix Føroyum. Tey ungu hava fingið atgongd til ein máta at úttrykkja seg uppá, sum er teirra egni. Tey eru vorðin limir í føroyska samfelagnum á jøvnum føti við onnur. Og tann týdningurin skal ikki undirmetast.

- Tað eru fólk, sum halda, at tá ið vit tosa um føroyska ungdómsmentan, mugu vit tosa um tíðina áðrenn og aftaná Skeyk. Skeyk var ein stór verkætlan, og øll vórðu tikin av bóli. Tá ið Føroya Studentaskúli vendi sær til mín og hevði ætlanir um at gera eitthvørt í sambandi við, at skúlin fylti 60 ár, sá eg beinanvegin møguleikan. Eg satsaði ein part av míni sál og kanska mína karrieru við uppá tað tiltakið. Føroyar eru á tremur við gávuríkum fólkum. Eg var so bergtikin fyrstu tíðina í Føroyum av at hoyra ungfólk syngja og spæla. Einasta, ið teimum vantar, er ein professiónell hond, ið kann hjálpa teimum á veg.

- Meiri kundi verðið gjørt fyri børnini, men tað ber ikki til at seta so nógv í gongd samstundis. Ungdómurin hevur fingið størri innivist og rásarúm, og nú er túrurin komin til børnini. Hinvegin hava tey smáu børnini fingið meiri í sjónvarpinum, so tað uppvigar fyri ein part.

- Hóast eitt tiltak eydnast væl er alla tíðina umráðandi at steðga á og spyrja, um tað, sum verður stungið út í kortið, er nóg gott og hvat kann gerast betur. Børn skulu eisini hava dygd og góðsku.


Betri karmar

- Tann etableraði parturin av føroyska mentunarlívinum er kanska vónbrotin av, at tey ikki at hava havt so stóra atgongd til húsið sum fyrr. Men vit kunnu ikki økja eina staðni uttan at taka av eina aðra staðni. Húsið hevur karmar bæði viðvíkjandi starvsfólki og fígging.

- Húsið er í betri standi nú enn, tá ið eg kom til. Vit hava brúkt meiri enn eina millión krónur um árið til umvælingar og tað fer avgjørt at geva úrslit. Bæði karmar og útgerð eru betri. Fíggjarstøðan er somuleiðis betri nú enn fyri fimm árum síðani. Norðurlandahúsið fær væl meiri av peningi frá Norðurlandaráðnum nú og tí havi eg stríðst fyri. Í ár er fíggjarætlanin 10 milliónir krónur, har av ein millión er oyramerkt til umvælingar.


Stórsinni

Tá ið skalvalopið var á Flatoyri í Íslandi á sinni og hevði stórar oyðileggingar við sær, tók stjórin í Norðurlandahúsinum stig til eina peningainnsavning í Føroyum.

- Hetta var í grundini ein stór uppgáva, ið starvsfólkini í húsinum bert høvdu nakrar dagar at fyriskipa. Vit skipaðu fyri eini stuðulskonsert í Ítróttarhøllini á Nabb. Fólk ringdu inn til bankarnar, har tey fluttu pengar til tiltakið. Síðani kom landsstýrið við eini hjálpandi hond.

- Føroya fólk var heilt fantastiskt at hjálpa til. Tey vístu solidaritet, og viljin at hjálpa var ótrúligur, sjálvt í eini tíð, tá ið stór kreppa var í landinum.


Ætlanir, ið ikki eru framdar

Treyðugt so, tá ið litið verður aftur, eru ætlanir, ið hava ligið á borðinum, men sum ikki eru komnar longur. Ein av hesum er ætlanin um at gera ein filmklubba, har fólk tekna seg sum lim og fyri limagjaldið sleppa at síggja 8-10 filmir hvørt hálvár.

- Ætlanin við hesum er at vísa norðurlendskan film, sum ikki verður vísur í biografunum. Hetta bindir húsið ógvuliga nógv, men ætlanin er ikki slept, og nýggi stjórin arbeiðir víðari við tí.

- Tey, ið ganga nógv í biograf, velja heldur ein aksjónfilm fram um ein norðurlendskan dygdargóðan film. Men vit skulu minnast til, at tað eru fólk, ið velja tað øvugta og sum einki hava í at velja. Fólk kunnu eisini læra at síggja film.

- Eg hevði í hyggju at fáa opera til Føroya, meiri ballett og dukkusjónleik. Eg kundi hugsað mær at fingið føroyingar at fáa áhuga fyri dukkusjónleiki. Í hesum býr ein møguleika at skriva til børn, og at ferðaðst runt á dagstovnum og til yngri skúlaflokkar.

Seinasta avrikið í Føroyum á hesum sinni er at geva út eitt føroyskt kortspæl, tað fyrsta av sínum slag, sum Bárður Jákupsson hevur teknað.

- Hetta verður mín souvenir til føroyingar.


Út um landið

Síðsta vár hevði Norðurlandahúsið í Føroyum fimtan ár á baki. Í tí sambandi varð tosað aftur og fram um, hvat hesin stovnurin hevur havt at týða fyri føroyingar og mentunarlívið í Føroyum. Og leikluturin hjá hesum tí størsta mentunardeplinum í Føroyum stendur ikki óbroyttur, heldur Peter Turtschaninoff.

- Føroyska mentunarlívið fer at taka yvir ein part frá Norðurlandahúsinum. Føroya fólk hevur fingið eitt yrkisleikhús til dømis. Áðrenn varð yrkissjónleikur spældur í Norðurlandahúsinum. Uppgávan hjá húsinum verður at bjóða altjóða mentan, ikki kommersiella.

- Um Norðurlandahúsið verður eins ráðandi í føroyska mentunarlívinum í framtíðini sum tað er og hevur verið, veldst um, hvussu tað gongur Føroyum fíggjarliga. Eg kom higar, tá ið kreppan var ringast. Fólk høvdu ongar pengar til at skipa fyri tiltøkum og tí hevur húsið havt ein part av teimum uppgávunum. Tá ið landið tekur yvir partar av mentunarlívinum, skilt soleiðis, at tað fær innivist og karmar aðra staðni, verður leikluturin hjá húsinum ein annar. Stjórin má lurta eftir, hvat hendir í føroyska samfelagnum, og Norðurlandahúsið kann átaka sær at vera við, tá ið tiltøkini verða ov stór, ov trupul og ov smøl.

Norðurlandahúsið er bindilið millum Føroyar og hini Norðurlondini, stovnurin skal stuðla tjóðarmentanini og ikki minst koma út á bygd.

- Norðurlandahúsið skipar fyri um 60 tiltøkum á bygd um árið. Umstøðurnar eru ikki so góðar alla staðni, men hetta verður bøtt um í næstum. Eg havi í trý ár arbeitt fyri at fáa ein framleiðslubil til húsið, ið hevur alla tekniska útgerð. Verður hesin bilurin keyptur, sum eg rokni við, ber til at skipa fyri tiltøkum alla staðni í landinum, har koyrandi er. Samstundis kann bilurin eisini brúkast saman við útgerðini í Norðurlandahúsinum, tá ið hann ikki verður brúktur úti um landið. Tað kann ikki vera meiningin, at øll bygdahúsini í Føroyum skulu keypa slíka útgerð. Kunnu bygdafólkini ikki koma í Norðurlandahúsið, má Norðurlandahúsið koma til tey.


Nýggjar og aðrar raðfestingar

Seinasta summar og heyst vóru atfinningar at hoyra og síggja í fjølmiðlunum frá fólki í mentunarlívinum, ið løgdu stjóran í Norðurlandahúsinum undir ikki at lurta og hava virðing fyri teimum og tí, tey hava at bjóða.

- Eg havi altíð lurtað, kanska ikki í so stóran mun eftir felagsskapum, men eg havi verið noyddur at gera aðrar raðfestingar. Eg havi ilt við at skilja, hví hesi vænta, at tey hava einkarætt uppá tað, ið skal vera í húsinum. Mín rættur sum stjóri er eisini at koma til Føroyar við nøkrum hugskotum, ið føroyingar ikki droyma um, bæði góðum og minni góðum. Tað ber eisini til at venda tað soleiðis við og siga, at uttan at fylgja boðum úr Norðurlandaráðnum og raðfesta soleiðis, sum teir politikararnir seta út í kortið, høvdu vit ikki fingið størri fíggjarætlan til húsið. Tá ið tú tekur nýggj tiltøk inn í húsið, gongur tað so ella so út yvir tiltøk, ið hava átt heimarætt í húsinum.


Gongur inneftir

Í sendingini Innskoti í SvF fyri einum ári síðani tosaði Peter Turtschaninoff um hugtakið aquamentan ella oyggjamentan. Tað vil siga mentan, ið eyðkennir eitt oyggjafólk.

- Tá ið tú sært fastar listaframsýningar í Føroyum merkir tú, at kraftin í listini gongur inn eftir, at listafólkið í nógvum førum stendur við rygginum móti havinum. Nógvar bókaútgávur í Føroyum eru søgulig afturlit - um feløg, felagsskapir, fólk og slíkt. Ógvuliga lítið pláss er til nýskapandi skaldskap, og tað er tekin um, at føroyingar hyggja inn eftir ístaðin fyri úteftir.

- Eg havi aldri skilt, hví tað er so, tí flestu føroyingar hava verið uttanlands. Sjálvsagt eru undantøk, men tey eru fá. Eitt nú Tróndur Patursson. Hann spreingir øll mørkini, ið bingjan setir honum, og avmyndar kosmos. Eins og William Heinesen. Føroyingar eiga at vera meiri opnir fyri teimum vindum, ið blæsa uttanifrá. Tað ber til at verja seg, um tað fer at blæsa ov nógv og ódn er í væntu. Tað fremmanda nýtist ikki at vera ræðandi, tað kann eisini vera íblástur. Tá ið so stórur dentur verður lagdur á afturlítandi mentan, er lítið pláss til menning.

Peter Turtschaninoff metir, at ein orsøk til hetta er, at føroyingar hava havt eina fremmanda mentan í landinum, ið hevur verið yvir teirra.

- Føroyingar hava ikki rivið seg mentunarliga leysar frá hesi mentanini. Ikki fyrr enn í nýggjari tíð hava føroyingar fingið loyvi til at vera rættir føroyingar. Tað ber ikki til at leypa søgulig tíðarskeið um, og tað ber heldur ikki til at heinta alt tað mista inn við at leypa annað um. Føroyingar hava rætt og slætt ikki havt tíð at koma ígjøgnum menningina, ið hevur verið aðra staðni, og tað er orsakað av vantandi frælsi. Bert frælst fólk kunnu hugsa frælst.

- Økt fatan millum menniskju er týdningarmikil, og uppgávan hjá Norðurlandahúsinum er eisini at vísa føroyingar list, teir ikki eru vanir við. Verða eyguni ikki latin upp fyri slíkari list, ber ikki til at útvikla seg. Idealisma og sjálvoffran er nóg mikið til eitt vist, men fyri at útvikla listina mugu pengar til.

- Mentan ávirkar øll viðurskifti í mannalívinum. Tey, ið gera brúk av mentunartilboðum og tey, sum virkin taka lut í mentanini so ella so, liva longri. Mentan er lívsdygd. Tað ber ikki til hjá eini tjóð at vera til uttan mentan.

- Tað hava altíð verið einstakir politikarar í Føroyum, ið hava verið tilvitaðir um mentan, men gjøgnumgangandi hava politikararnir svikið mentanina. Í kreppuni hevur verið trupult at satsa uppá mentanina. Men Føroyar eru eitt lítið land og tað fer ongantíð at vera so, at her fer at vera alt. Fleiri og fleiri fáa eina útbúgving innan list og onnur nema sær aðrar høgar útbúgvingar, og tað eru partvís hesi, ið fara at mynda føroyska mentunarlívið. Hesi fara ikki at vera tigandi, tey vilja vera í Føroyum og tey fara at seta krøv. Tað hoyrir til listina, at hon mótmælir, bæði sjálva listina og samfelagið. Listin setir spurnartekin við alt viðtikið, og myndugleikarnir fara altíð at hava trupult við at góðtaka hesi spurnartekini.


Lívið er eitt val

Peter Turtschaninoff er varin við at geva teimum, ið fyrireika ein føroyskan mentapolitikk, góð ráð. Bæði tí hann er útlendingur og tí hann er á veg út úr einum virknum leikluti innan mentunarlívið.

- Føroyingar eiga at gera sær greitt, hvat teir vilja hava og gera sær greitt, at ráð og umstøður eru ikki til alt. Tí eigur eftir mínum tykki at verða lagdur dentur á tað føroyska og tað sum hevur týdning fyri føroyingar.

- Musikskúlin ger eitt sera stórt arbeiði og nú síggjast fruktirnar av hesum. Men eg undrist á, hví eingin sanglærari ella sangpedagogur er í Føroyum. Føroyingar eru fram um alt annað eitt syngjandi fólk. Her eru nógv fólk, ið duga væl at syngja, men teimum tørvar hjálp at koma longri fram. Tá ið sangpedagogar eru her á vitjan, síggja vit, hvussu stórur tørvurin er á einum slíkum.

- Ein stuðulsskipan eigur at verða sett í verk, sum hjálpir teimum, ið hava gávur og evni, soleiðis at tey kunnu fara uttanlands at nema størri lærdóm. Verða tey stuðlað heimanifrá í at fara uttanlands, føla tey, at tað tey gera hevur týdning og tey fáa hug at koma aftur. Fáa tey ongan stuðul, hava tey ongan hug at koma aftur. Tað verður ongantíð eitt livibreyð til øll, men velur tú kortini at seta teg niður í Føroyum, hevur tú gjørt eitt val.

- Børn verða trygg, tá ið tey hava nøkur mørk. Børn uttan mørk verða rædd yvir fyri valdinum, tey halda, at tey hava. Á sama hátt er samfelagið. Føroyar hava ikki og fara ongantíð at hava eitt so fjøltáttað mentunarlív, sum vit kenna aðra staðni.


Framtíðin

Í fyrsta umfari fer Peter Turtschaninoff aftur til Finnlands.

- Eg kundi hugsað mær at verðið í Føroyum, um umstøðurnar høvdu verið øðrvísi. Her er so nógv ein kann gera. Eg fari at skriva eitt sindur um tíðina í Føroyum, eg fari at royna at týða bøkur eftir William Heinesen til finskt, og so fari eg at vera saman við døtrum mínum, sum ikki hava sæð so nógv til pápan síðstu árini, sigur Peter Turtschaninoff at enda.

----------

Íkast um mentapolitikk

Hetta er sjeynda samrøðan í eini greinarøð um ein føroyskan mentapolitikk, ið landsstýrið í samgonguskjalinum hevur sett út í kortið skal orðast við støði í mentunarálitinum frá 1996, Avmarkaður marknaður. Í samrøðum og greinum geva vit eitt íkast til orðaskiftið um ein framtíðar mentapolitikk. Komandi mikudag verður samrøða við Jógvan Dahl, tónleikara.