Bert tvey línuskip eru til fiskiskap

Í løtuni er lítil línuveiða. Bert eitt skip er til fiskiskap á landgrunninum - og eitt er í Eysturgrønlandi.

Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at bert eitt línuskip eru til fiskiskap undir Føroyum í løtuni. Skipið fiskar longu og brosmu og kemur helst inn at landa síðst í næstu viku.

 

Eitt línuskip er við Eysturgrønland og fiskar tosk, men ætlandi landar hetta skipið í Íslandi, tá hesin fyrsti túrurin er lokin.

 

In.fo kann leggja aftrat, at føroyska línuskipið, sum í løtuni er í Eysturgrønlandi, er Sandshavið.

 

Restin av línuflotanum antin pussar upp ella ger klárt at fara til Eysturgrønlands.    

 

- Streymurin verður góður fyrst í næstu viku, men harðnar, sum vikan gongur. Veðrið verður gott, men vit vænta ikki nógvan útróður, siga tey á Fiskamarknaði Føroya.