Fýra tey fyrstu valini, sum Fólkaflokkurin stillaði upp til, vóru øll betri, enn úrslitið av hesi veljarakanningini. Men síðani 1950 hevur undirtøkan hjá Fólkaflokkinum verið lakari.
Í 1950 fekk Fólkaflokkurin 32,3 prosent av atkvøðunum. Tað var tó munandi minni, enn flokkurin fell á løgtingsvalinum í 1946, tá flokkurin fekk 40,9 prosent.
Fólkaflokkurin stillaði fyrstu ferð upp á løgtingsvalinum í 1940. Á teimum trimum fyrstu valunum hjá Fólkaflokkinum var undirtøkan eisini góð:
1945: 43,4%
1943: 42,5%
1940: 24,7%