Besta úrslit nakrantíð

- Hetta er besta úrslitið hjá samtakinum higartil. Samtakið er tí tryggari og sterkari enn nakrantíð áður, sigur Regin Hammer, forstjóri í TF Holding.

Fyrrapartin legði hann fram eitt úrslit, ið vísti 264 milliónir krónur í yvirskoti fyri alt samtakið.

Fáir skaðar og stórt íløguavkast frá partabrøvum í Grønlandsbankanum og Bakkafrost hava verið við til at skapa góða úrslitið, staðfestir felagið.

Eftir skatt vísa uppgerðirnar, at móðurfelagið, TF Íløgur, FICG, Eik Banki og Tryggingarfelagið Føroyar hava eitt jaligt úrslit, meðan Betri pensjón og TF Ognir hava hall.

Hetta gav samtakinum eitt samanlagt avlop á 285 mió. kr. áðrenn skatt og 264 mió. kr. eftir skatt og áðrenn minnilutaáhugamál, ið er parturin hjá Finansiel Stabilitet í Eik Banka og onnur minnilutaáhugamál.

Eginpeningur felagsins er nú knappar 2,1 mia. kr. Solvensurin hjá samtakinum er 34,6% í mun til kravið, ið er 8%. Talan er sostatt um tryggjasta og sterkasta samtakið í Føroyum, staðfestir felagið skjótt.

Fíggjarstøðan í samtakinum javnvigar við umleið 10 milliardum krónum.

Hoyr samrøðu við Regin Hammer niðanfyri:

Lesið tíðindaskriv frá TF samtakinum VIÐ AT TRÝSTA HER