Besta úrslitið higartil í lesing

Landsroyndirnar hjá næmingum í fjórða flokki í fjør í lesing og at skilja tekst liggja nøkulunda á sama stigi sum árið fyri

Landsroyndirnar í fjør í lesing og at skilja tekst liggja nøkulunda á sama stigi sum árið fyri. Viðvíkjandi 6. flokki fáa 97,1% skotsmálið frá miðal og uppeftir, og 2,9% fáa skotsmálið undir miðal og ikki nøktandi, og tað er besta úrslitið øll árini.

 

Tað skrivar Føroya Lærarafelag á heimasíðuni.

 

Næmingarnir í 4. flokki liggja umleið á sama stað sum árið fyri. Bólkurin ikki nøktandi til undir miðal er minkaður úr 8,1% til 7,6%. Bólkurin miðal til yvir miðal er vaksin úr 27,8% til 31,3 %, meðan bólkurin gott til sera gott, er minkaður 64,1% til 61,2% í mun til í fyrraári. Hetta vísir, at næmingarnir liggja umleið sama stað sum í fyrraári. Úrslitið í fjør er sostatt eitt vet betri enn í 2012, men munandi betri enn hini árini frammanundan, undantikið 2011, tá tað vóru 4,2%, sum lógu undir miðal. Í 2010 lógu 32,3% undir miðal og í 2009 var talið 16,4%. Vit síggja eisini, at fleiri næmingar fáa úrslitið sera gott enn øll árini frammanundan.

 

Tað sama ger seg galdandi fyri 6. flokk. Tølini eru áleið tey somu sum fyri 2012. Ikki nøktandi til undir miðal er lækkað úr 3,5% til 2,9%. Miðal til yvir miðal er hækkað úr 26,7% til 27,5%. Meðan bólkurin gott til sera gott er júst tann sami sum fyrraári frá 69,8% til 69,6%.

 

97,1% fáa skotsmálið frá miðal og uppeftir, og 2,9% fáa skotsmálið undir miðal og ikki nøktandi. Hetta er besta úrslitið øll árini. Í 2012 vóru 96,5% í bólkinum frá miðal til sera gott, meðan 3,5% lógu undir miðal. Hetta er ein munandi framgongd samanborið við 2011, tá 92,3% lógu frá miðal og upp, og 7,7% lógu frá undir miðal og niðureftir. Tað eru fleiri næmingar enn nakrantíð, ið fáa skotsmálið sera gott, íalt 46,4% í mun til 25,2% í fyrraári. Tó eru tað væl færri, ið fáa skotsmálið gott.

 

Í fjør var tað sjeyndu ferð, at skipað verður fyri landsroynd í 4. og 6. flokki í fólkaskúlanum. Fyrsta landsroyndin var framd í 2008.

 

Royndirnar í 2013 vóru skipaðar eftir nøkulunda sama leisti sum frammanundan, men tó eru dagføringar og tillagingar gjørdar í uppgávunum, umframt at ein royndarverkætlan var gjørd í nøkrum skúlum við teldutøkum landsroyndum.

 

Landsroyndin í 2013 var hildin seinast um mánaðarskiftið apríl/mai, og royndarúrslitini vórðu send skúlunum í september. Uppgávurnar til landsroyndina eru gjørdar við støði í ávegis málum í námsætlanunum fyri lærugreinirnar føroyskt, støddfrøði og náttúru/tøkni í 4. og 6. flokki