Besti DJ í Danmark vitjar í Føroyum

Hann, sum helst er besti DJ í Danmark seinastu 10 árini kemur nu til Føroya. Talan er um 34 ára gamla DJ’in, Kato, sum leygarkvøldið fer at venda plátum í Luux.

 

Hann byrjaði at venda plátum sum 12 ára gamal, og hevur síðani 2007 skrivað og framleitt sín egna tónleik.

 

Hann fekk sítt gjøgnumbrot við sanginum Turn the Ligths Off saman við sangaranum Jon Nørgaard.

 

Fyrsta útgávan hjá Kato kom út í 2010, har aðrir tónleikarar sum Outlandish og Dr. Alban luttaka. Sangurin “Hey Shorty (Yeah Yeah Pt. II)” av hesi útgávuni er nokk best kendi sangurin hjá Kato, og klatraði hann upp á annað plás á donsku hittlistunum. Í 2012 luttók Snoop Dogg á nýggju útgávuni hjá Kato, Never Let U Go.

 

Kato vann í 2007 og 2009 virðislønina sum ársins danski mainstream DJ. Í 2011 fekk hann heiðurin fyri ársins danska hitt, sangin Hey Shorty (Yeah Yeah Pt. II).

 

- Tað er at fegnast um, at vit nú aftur fáa Kato til Føroya. Tað eru longu sjey ár síðani hann var her seinast, og er hann bara vorðin størri síðani tá. Kato er nokk størsta dj navnið í Danmark, og er tað stórt fyri Luux at fáa hann heim, sigur Rúni Djurhuus, eigari.