Bestu familjufilmarnir til jólafrítíðina

Nú nærkast jólafrítíðin, og tað merkir familjuhugna. Her eru teir bestu familjufilmarnir

Desember mánaður er av álvara familjumánaðurin, og tað merkir ivaleyst fyri mong, at nakrar løtur verða brúktar frammanfyri sjónvarpið.

 

IMDB, viðurkenda sjónvarpsheimasíðan, hevur ein lista yvir teir best umtóktu familjufilmarnar. Her eru 15 teir bestu.

 

 

 

1- Fantastic beasts and where to find them.

Hetta ævintýrið snýr seg um loyniligar felagsskapir  av heksum og gandakallum og gongur fyri seg í New York 70 ár áðrenn Harry Potter lesur sína bók í skúlanum.

 

 

 

2 – Vaiana

Eitt ævintýr um oyggjar, hetjur, um sjógvin og um hálvgudar.

 

 

 

3 – Miss Peregrine’s Home for Peculiare Children

Tá Jacob finnir spor í einum loynidómi, sum hevur vart gjøgnum øldirnar, finnir hann Miss Pererine’s Home for Peculiare Children. Men vandin veksur, tá ið hann finnir útav, hvat tey gera á heiminum og hvørji serlig evni tey hava.

 

 

 

4 – Junglebook

Søgan um tigara Shere Khan, Mowglie, pantaran Bagheera og bjørnina Baloo, og teirra hendingaríka lív í frumskóginum.

 

 

 

5 – The secret life of pets

Fitti hundurin Max er ráðaleysur, tá ið eigari hansara tekur hundin Duke, inn til teirra at búgva. Max dámar einki Duke.

 

 

 

6 – Storks

Storkarnir eru farnir frá at levera nýføðingar til at levera pakkar. Men okkurt gongur galið, tá ið ein ordri kemur inn til at levera eitt barn.

 

 

 

7 – Sing

Ein koalabjørn við heitinum Buster Moon hevur ein síðsta møguleika at umbyggja sítt leikhús til æru og heiðurs aftur. Tí fer hann undir heimsins størstu sangkapping.

 

 

 

8 – Hairspray

Tannáringurin Tracy Turnblad lærir íbúgvararnar í Baltimore í 1962 nøkur ting, tá ið hon fær pláss á lokalari sjónvarps dansisending.

 

 

 

9 – Elf

Hann er uppvaksin sum ein vættur á Norðpólum, men eftir at hava gjørt meira skaða enn gagn við sínari stóru vættrastødd, verður hann sendur til USA at leita eftir sínum veruliga uppruna.

 

 

 

10 – Trolls

Poppy, tann glaðasti trollurin nakrantíð og vinmaðurin Branch fara á eina ferð at bjarga vinum sínum eftir at bygdin Troll Village varð invaderað.

 

 

 

11 – Beauty and the Beast

Ein nýggj tulking av gamla Disney filminum, har ein vøkur ung kvinna og ein ræðuligur prinsur gerast forelskað.

 

 

 

12 – Home alone

Hann er ein jólaklassiskari og tað sæst eisini aftur á IMDB. 8 ára gamli Kevin verður av óvart gloymdur eftir heima og megnar at halda stand, meðan tveir tjóvar royna at fáa fatur á lutum í heimi hansara.

 

 

 

13 – It’s a Wonderful Life

Ein eingil hjálpir einum ráðaleysum vinnulívsmanni við at vísa honum, hvussu lívið hevði verið, um hann ongantíð hevði verið føddur.

 

 

 

14 – How the Grinch Stole Christmas

Í útkantinum av Whoville, býr grøni, óndsinnaði Grinch, sum ætlar at oyðileggja jólini fyri allar íbúgvararnar í býnum.

 

 

 

15 – Zootropolis

Ein revur og ein kanin mugu arbeiða saman fyri at finna fram til órættvísar ætlanir í havanum.