Betra umstøðurnar til flutningin sjóvegis

Vestmanna: Bygdarráðið í Vestmanna skal á fundi í kvøld taka støðu til tvey uppskot sum hava við tað virksemið innan ferðavinnuna, sum bygdin er vorðin heimskend fyri.

Á fundinum er nevniliga eitt uppskot frá p/f Sea Service um at loyvi at leggja bátarnar hjá felagnum uttanfyri havnaskrivstovuna og at hava ferðavinnuvirksemi á hesum staðnum. Hetta er felagið sum eigur bátarnar Silju og Fríðgerð, og sum í næstum fær enn ein bát til flutning av ferðafólkum.
Eitt annað uppskot skal eisini til viðgerðar, og tað er frá sp/f Skúvadal, sum søkir um loyvi at leggja eina bátabrúgv uttanfyri bátahylin til ferðavinnuendamál. Hetta er uttanfyri økið, har Vestmanna Touristcentre í løtuni letur eina ferðavinnubygning byggja.
Havnanevndin hjá Vestmanna kommunu hevur gjørt síni tilmæli til hesar báðar umsóknirnar, og tað eru tær, sum bygdarráðslimirnir skulu taka støðu til á fundinum í kvøld.