Betri enn bankin

Vit hava havt pening í Phoenix í eini 7-8 ár. Innskotið er nú mist, men samanlagt er talan helst um lítið yvirskot, sigur stjórin í Sandavágs Timburhandli

Phoenix-málið

Á Sandavágs Timburhandli sigur stjórin, Magni Thomassen, at tey hava havt nakað av peningi standandi hjá Phoenix.
- Vit hava verið við í eini sjey-átta ár, og eg má bara siga, at eg hevði ikki droymt um, at hetta kundi henda. Ikki minst tí tann persónurin, sum vit hava havt samband við, hevur verði óalmindiliga álítandi, og eg eri so eisini vísur í, at hann ikki hevur nakað við hetta at gera.
Víðari sigur Magni, at tað hóast alt er avmarkað, hvat teir hava mist, og at talan samanlagt kanska er um ein vinning.
- Talan hevur so ikki verið um nakrar millióna-upphæddir hjá okkum. Hartil valdu vit frá byrjan, at avkastið av íløguni skuldi gjaldast út fyri hvønn ársfjórðing, og við einum rentustigið, sum hevur ligið millum 11 og 17% hevur tað næstan goldið innskotið aftur. Nú er ikki enn greitt, akkurát hvussu endurgjaldsreglurnar eru, men talan er um løggilduga meklarafyritøku, og tá eru ávísir garantiir. Fáa vit so ein part av innskotinum aftur tann vegin, er talan hóast alt um eina samlaða afturbering, sum nakað størri enn innskotið, so verri enn ilt er tað ikki hjá okkum. Og samanlagt verður tað so helst betri, enn tann rentan, sum bankin gevur, sigur Magni Thomassen at enda.