Orka og umhvørvi
Nógv fólk høvdu leitað sær í Norðurlandahúsið til fyrilesturin - eisini nógvur ungdómur, og tað var ein sera væl upplagdur danskur politikari, ið stóð á pallinum og greiddi frá sínum royndum í hesum so týðandi málum fyri mannaættina, nú tað treingist saman um og meira umráðandi er enn nakrantíð, at vit øll geva umhvørvinum ans.
Sjónarmiðini hjá Svend Auken í hesum málum eru kend, og vit hava eisini havt tey á prenti her í blaðnum.
Auken og Lomborg
Fyri einum góðum ári síðan hevði landsstýrið vitjan av dananum, Bjørn Lomborg, sum eisini hevur hildið fyrilestur um orku-og umhvørvismál. Hann hevur heilt aðrar hugsanir um hesi mál, og á fundinum í Norðurlandshúsinum nýtti Auken ein fittan part av tíðini til at vísa aftur sjónarmiðjunum hjá Lomborg, ið snúgva seg um, at dálkingin, sum mannaættin skapar, ikki hevur tey umhvørvisárin, sum granskarar halda.
- Hetta er ein vandamikil hugsan, tí vit kunnu ikki bara lata dálking og umhvørvistrupulleikar sigla sín egna sjógv.
Auken tosaði nógv um veðurlagsbroytingar og broytingar í streymviðurskiftunum, sum kunnu ávirka fiskastovnarnar - og fyri eitt land sum Føroyar, sum er so neyvt knýtt at tilfeinginum í havinum, kann hetta gerast sera álvarsamt. Við fiskivinnuni sum høvuðsvinnu, kunnu bert smávegis broytingar koppa øllum búskapinum - og ikki minst tí, eru umhvørvismál serliga týdningarmikil fyri Føroyar og aðrar tjóðir, ið liva av tí tilfeingi, sum í havinum er.
Danski umhvørvismaðurin vísti eisini á, hvussu veðurlagsbroytingar ávirka innlandsísin í Grønlandi við ræðandi ferð.
Størri gagnnýtsla
Í fyrilestri sínum tosaði Svend Auken eisini um orku og orkunýtslu, og her legði hann stóran dent á, at betri gagnnýtsla av orkuni er vegurin fram, tí minni orka dálkar minni - eins og minni orka, kostar minni.
Hann tosaði eisini um alternativar orkukeldur, og í hesum sambandi helt hann, at stórir møguleikar eru fyri eitt nú vindorku í Føroyum.
Auken vísti eisini á, hvussu óheppið tað er, at so lítið verður gjørt til tess at minka um ta dálking, sum fer fram í sjóvinnuni, og í hesum sambandi nevndi hann, at stórur partur av heimsflotanum brúkar sera dálkandi olju og hugsar lítið um at gagnnýta orkuna betri. Auken nevndi eisini, at áhugaverdar royndir við vindorku eru gjørdar umborð á skipum.
Fyrrverandi danski orku-og umhvørvismálaráðharrin væntar annars, at brint verður ein orkukelda, sum ivaleyst verður hin fremsta í komandi tíðum.
Stuttskygni
Í fyrilestri sínum vísti hann eisini á, at í Danmark er tað fíggjarmálaráðið, sum stýrir orku-og umhvørvismálum, og hann helt fyri, at hetta er ein vanlukka fyri Dannark, sum hann tók til, tí landið ikki í dag longur gongur á odda í arbeiðnum við varandi orku.
Svend Auken fýltist eisini á, at fyritøkur fáa ov fríar ræsur á umhvørvisøkinum - og hugsað verður í ov stóran mun um stuttskygdan fíggjarligan vinning.