Fult umfar var leikt í Betrideildini hjá kvinnum í dag.
KÍ vann 2-1 á NSÍ í toppdystinum við Løkin í Runavík, og nú eru liðini púra jøvn í oddinum.
FC Hoyvík vann fyrsta sigurin og fyrstu stigini hetta kappingarárið. Sigursmálið móti 07 Vestur var skorað í 118. minutti. Dómarin legði ein hálvan tíma aftrat. Tað má næstan vera met.
HB og Víkingur vunnu 6-0 stórsigrar á útivølli. HB vann á Skála, og Víkingur vann á B36. Lisa Haraldsen skoraði fimm av seks málum hjá HB.
NSÍ-KÍ 1-2 (0-2)
0-1 Durita Hummeland (31.)
0-2 Tóra Mohr (38.)
1-2 Heidi Sevdal (72.)
FC Hoyvík 2-1 (1-1)
0-1 Sissal Haraldsen (26.)
1-1 Ragnhild Magnusson (44.)
2-1 Ragnhild Magnusson (90. + 28)
Skála-HB 0-6 (0-2)
0-1 Lisa Haraldsen (5.)
0-2 Lisa Haraldsen (11.)
0-3 Lisa Haraldsen (51.)
0-4 Lisa Haraldsen (61.)
0-5 Lisa Haraldsen (82.)
0-6 Lý Gray Djurhuus (90.+1)
B36-Víkingur 0-6 (0-2)
0-1 Jensa Tórálvsdóttir (7.)
0-2 Eydna Dalheim Olsen (16.)
0-3 Sára Vang Justinussen (64.)
0-4 Hanna Isaksen Højgaard (72.)
0-5 Eydna Dalheim Olsen (78.)
0-6 Hanna Isaksen Højgaard (79.)
Kelda: dystir.fo
Støðan:
Nr | LIÐ | ST | DS | VD | JD | TD | MF | MÍ | MM |
1. | NSÍ kv. | 27 | 11 | 9 | 0 | 2 | 67 | 8 | 59 |
2. | KÍ kv. | 27 | 11 | 9 | 0 | 2 | 53 | 9 | 44 |
3. | HB kv. | 25 | 11 | 8 | 1 | 2 | 43 | 12 | 31 |
4. | Víkingur kv. | 22 | 11 | 7 | 1 | 3 | 34 | 13 | 21 |
5. | B36 kv. | 12 | 11 | 4 | 0 | 7 | 20 | 44 | -24 |
6. | Skála ÍF kv. | 7 | 11 | 2 | 1 | 8 | 19 | 38 | -19 |
7. | 07 Vestur kv. | 7 | 11 | 2 | 1 | 8 | 10 | 43 | -33 |
8. | FC Hoyvík kv. | 3 | 11 | 1 | 0 | 10 | 4 | 83 | -79 |