Betri kvinnur: NSÍ vann 10-1 á FC Hoyvík

NSÍ skoraði sjey mál í fyrra hálvleiki

Ein dystur er í dag leiktur í Betrideildini hjá kvinnum. 

 

Við Løkin í Runavík vunnu verandi greipuvinnararnir, NSÍ stórsigur 10-1 á FC Hoyvík. Í steðginum var støðan 7-1.

 

Heidi Sevdal (myndin) skoraði fýra mál, Lena Olsen, Rebekka Benbakoura og Julia Naomi Mortensen skutu tvey mál hvør.

 

Málið hjá FC Hoyvík skoraði Noomi Hansen.

 

NSÍ er fremst í deildini við 27 stigum. FC Hoyvík er aftast við ongum stigi.

 

Í morgin klokkan 13 verður grannauppgerð á ovara vølli í Gundadali millum B36 og HB. Klokkan 18 spæla Víkingur og KÍ í Sarpugerði í Norðragøtu. 

 

Kelda: dystir.fo