Betri, størri, og ógvusligari

- Men G! Festivalurin skal gerast enn betur næstu ferð, sigur Jón Tyril.

G! Festivalurin seldi í ár fleiri atgongumerki enn nakrantíð. Fríggjakvøldið klokkan tíggju varð G! Festivalurin útseldur, og tað sást aftur á Gøtusandi bæði fríggjakvøldið og leygarkvøldið. Nógv trýst var á inn- og útgongdum, og tað tók langa tíð at flyta seg millum spælistøðini.
 - Vit vórðu eitt sindur kløkkir, tá tað longu fríggjakvøldið varð útselt. Vit høvdu undirmett hvussu nógv trýst fór at vera á, og tað má gerast betur næstu ferð, sigur Jón Tyril, ein av fyrireikarunum av G! Festivalinum.
Ársins G! Festivalur setti stór krøv til fyrireikararnar. Jón Tyril sigur, at alt var so nógv størri í ár, og at G! er flutt upp í eina heilt aðra liga av festivalum.
 - Vit royna at liva upp til eitt altjóða støði, bæði hvat viðvíkur tónleiki og tænastustøði. Tað kann tykjast trupult at skipa fyri ein so stórum festivali í Føroyum, tí tað finst onki fyridømi her á landi. Vit byggja jú ein heilan festivalbý á hvørjum ári. Tað setir hørð krøv til okkum fyriskiparar. Tískil mugu vit leita út í heim og hyggja, hvussu tey gera aðrastaðni, sigur Jón Tyril.
Jón Tyril sigur, at allar afturmeldingar um festivalin hava verið positivar. Hann heldur, at tónleikurin var betri enn nakrantíð, og at tiltakið sum heild var betri, størri, og ógvusligari enn undanfarin ár.
 - Men vit vilja alla tíðina gera tað betur. Tað eru nøkur ting, sum vit ætla at fáa greiði á, millum annað tað við økinum í Gøtu. Tað mugu vit finna útav. Um G! Festivalurin framvegis skal vera í Gøtu, sum vit gjarna vilja hava hann at vera, so mugu vit hava eina avtalu við Gøtu kommunu nøkur ár fram, sigur Jón Tyril.
Arbeiðið við G! í 2006 stendur fyri framman. Ongi nøvn eru komin á listan enn, men Jón Tyril sigur, at nógvir fyrispurningar fara út alla tíðina.
 - G! Festivalurin 2006 verður ikki verri enn í ár. Heldur tvørturímóti. Vit hava forvant fólk, og tað liggur ein stór ábyrgd á okkara herðum at liva upp til krøvini og vónirnar hjá fólki, sigur Jón Tyril.
 
--
 
MYNDATEKSTUR: Føroya størsta og Føroya besta. The Original and the Best. G! Festivalurin setti met í ár
 
Mynd: Álvur Haraldsen