Í flestu skúlunum í Tórshavnar kommunu verður rennidagur fríggjadagin 6. oktobur.
Til at seta fokus á tenn og sunnar mat- og drekkivanar, hevur Barnatannarøktin í Tórshavnar Kommunu boðið seg til, at koma út á skúlarnar við frískari frukt, vatndunkum gjørdir til dagin og upplýsandi tilfari um tenn.
Øll starvsfólkini í Barnatannrøktini eru við í tiltakinum og tí er Barnatannarøktin stongd henda dagin.