Í dag verður strúkur í vindi upp í hvassan vind av landnyrðingi og yvirhøvur turt og sólglottar.
Tað sigur Petur Skeel Jacobsen, veðurfrøðingur í Miðlahúsinum. Hann sigur, at hitin í dag fer at liggja ímillum 3 og 6 stig.
Í morgin verður andøvsgul upp í ein strúk av landnyrðingi og yvirhøvur turt og sólglottar. Hitin í morgin verður millum 2 og 5 stig.
Trýstið á pílin undir myndini fyri at hoyra veðurtíðindini hjá Petur Skeel Jacobsen.