Betrideildin menn: KÍ er størsti favoritturin hjá veddingarfyritøkunum

Her eru miðaloddsini upp á teir fimm dystirnar, ið vera spældir í dag

Sjeynda umfarið í Betrideildini hjá monnum verður leikt í dag.

 

Dysturin millum FC Suðuroy og KÍ suðuri í Vági byrjar klokkan 15. Klokkan 17 byrjar dysturin á Toftum millum B68 og Víking, og klokkan 18 byrjar dysturin millum HB og TB í Havn. Klokkan 18.30 byrja tveir dystir. Teir eru EB/Streymur-NSÍ á Eiði, og 07 Vestur-B36 í Sørvági.

 

Verður hugt eftir miðaloddsunum hjá veddingarfyritøkunum, so hevur KÍ størstu favorittstøðuna í dag. HB, NSÍ og Víkingur hava eisini greiðar favorittstøður. Minsta favorittleiklutin í dag hevur B36.

 

HER eru miðaloddsini upp á teir fimm dystirnar:

 

##med2##