Biðja um verri um­støður til arbeiðsleys

Tað er fallið Jen­isi av Rana fyri bróst­ið, at fak­fel­­ags­­um­boð­ini í ALS vilja hava hann og hini ting­fólk­ini at gera um­støðurnar hjá ar­­beiðs­ley­s­um nógv verri. Hann hevur tí sent fakfeløgunum soljóðandi fyri­spurn­ing:

Fyrispurningur til fakfeløgini um við­ur­skifti teirra arbeiðs­leysu
»Utan iva eru vit øll samd um, at tal teirra arbeiðsleysu, sum í gjár var farið niðurum 1600, er alt, alt ov høgt, og at øll orka eigur at verða brúkt fyri at fáa hetta burtur skjót­ast gjør­ligt. Bæði fyri tann ein­staka ar­beiðs­leysa og fyri sam­felagsbúskapin er talan um eina støðu, sum á ongan hátt er nøktandi!
Í løtuni viðger Løg­ting­ið fíggj­ar­liga part­in av um­støð­um teirra ar­beiðs­leysu. Tal­an er um eitt løg­tings­lóg­ar­upp­skot um at minka út­gjald­ið (tvs. tað, ið hin ar­beiðs­leysi og hans­ara skulu breyð­føða seg við) og um at innføra 10 kar­ens­dagar (so hin ar­beiðs­leysi ongan pening fær teir fyrstu 10 dagarnar, hann er ar­beiðsleysur).
Væl verður grundgivið fyri, at neyð­ugt er at gera okk­urt mun­a­gott, fyri at skip­an­in ikki tømist fyri pening, með­an grundgevingar fyri at gera tað á júst hendan hátt, at lata hin arbeiðsleysa gjalda, við tí hann ikki hevur, mangla.
Í Løgtinginum vóru vit nøk­ur, sum mettu, at til ber at finna pening til fjarandi ar­beiðs­loysisskipanina á øðr­um miðum. M. a. spurdu vit, um ikki rættari var at royna har, ið sokallaði flat­skatt­a­lætt­in var borin, heldur enn hjá teimum, ið onga lætta fingu og held­ur onki arbeiði hava.
Eitt av svarunum vit fing­u er, at hetta uppskotið, løg­tingsmál nr. 155, er gjørt við støði í uppskoti frá stýr­i­num fyri ALS, og tí eiga vit í Løg­ting­i­num ikki at blanda okk­um, men blint fylgja. Hetta sam­svar­ar við hesa við­merk­ing, ið fylgir við upp­skot­i­num:

...»uppskotið er gjørt við støði í upp­skot­i­num frá stýr­i­num fyri ALS, sum er mannað við um­boðum fyri part­ar­nar á ar­beiðs­mark­n­að­i­num, og upp­skot­ið er tí eisini ein semja mill­um partarnar á ar­beiðs­markn­a­ð­i­num um, at upp­skot­ið eig­ur at verða framt«...

Spurningur mín er, hvussu tit sum fak­fel­øg grund­geva fyri tí støðu, tit hava tik­ið í stýr­i­num fyri ALS, og tí semju, tit hava gjørt við hin­ar partarnar á ar­beiðs­markn­að­i­num. Um fáar dagar skal at­kvøð­ast í Løg­ting­i­num, so gott hevði ver­ið at fingið svar tykk­ara skjótast til ber.«

Vinarligast,
Jenis av Rana,
formaður Miðfloksins