Biður um 2,3 milliónir til stríðið ímóti corona

Tað hevur skund at fáa pengarnar, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, hevur nú biðið fíggjarnevndina hjá løgtinginum játta 2,3 milliónir krónur til striðið ímóti corona-smittuni í Føroyum.

Hann sigur, at málið hevur skund, tí tað almenna kann ikki brúka pengar, sum ikki eru játtaðir.

Og neyðugt virksemið má ikki verða tarnað tí at ongin játtan er til endamálið, leggur hann afturat.

Og tað er Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, samdur í, tí hann hevur viðmælt, at umsóknin verður send fíggjarnevndini.

Kaj Leo Holm Johannesen sigur í umbønini til fíggjarnevndina, at er talan um at forða fyri at smitta breiðir seg í Føroyum, hevur farsóttanevndin hjá landinum heimild til at seta ávís tiltøk í verk.

Eitt tiltak, sum kann setast i er, at tey kunnu krevja, at fólk, sum kunnu vera smittað av vandamiklari sjúku, skulu kannast hjá lækna og tey kunnu eisini krevja, at tey verða avbyrgd. Tað ber eisini til at avbyrgja ávís øki ella virki.

Nú corona – smittan er farin at gera um seg í Føroyum, eru fleiri víttfevnd tiltøk sett í verk, eitt nú eru yvir 100 fólk sett í sóttarhald.

Og tað hevur útreiðslur við sær. Landsstýrismaðurin sigur, at tað er ómøguligt at siga, hvat endaligi kostnaðurin verður, men leysliga mett verður brúk fyri 2,3 milliónum til at skipa arbeiðið, til hjálp frá serfrøðingum, til gisting og mat og til aðrar útreiðslur.

– Higartil hevur verið neyðugt at leiga íbúðir og at leiga Hotel Vágar, men helst verður tað eisini neyðugt at útvega høli til sóttarhald aðrastaðni í landinum, sigur hann.

Tí biður hann um 1,7 milliónir til gisting og mat og um 600.000 krónur til at skipa arbeiði, til hjálp frá serfrøðingum, til serflutning og annað í tí sambandi