Føroyska Bíbliufelagið hevur havt vitjan av Terje Hartberg frá Altjóða Bíbliufelagnum (United Bible Societies) seinastu dagarnar.
Terje Hartberg er norðmaður, men starvast fyri Altjóða Bíbliufelagið, ið hevur høvuðssætið í London.
Umframt at hava fund við stýrið fyri Føroyska Bíbliufelagið, um m.a. fullan limaskap í Altjóða Bíbliufelagnum, United Bible Societies, varð almennur fundur í Mariukirkjuni í Tórshavn hóskvøldið.
Í morgun vitjaði Terje Hartberg morgunsendingina á Rás2, saman við Bergi Debes Joensen, sum umboðaði tað føroyska bíbliufelagið.
Undir myndini ber til at hoyra tað, sum Bergur Debes Joensen og Terje Hartberg søgdu í morgunsendingini hjá Rás2