Einki broyttist í tøttu kvinnukappingini, har EBS/Skála og KÍ kapprenna fram ímóti FM heitinum.
EBS/Skála er framvegis tvey stig frammanfyri KÍ, og í dag var einki at rafla um. EBS/Streymur vann trivaligan 6-0 sigur á útivølli ímóti silvurvinnarunum í steypakappingini ÍF. Merkisvert var tað, at eingin spælari skoraði meiri enn eitt mál, og at onkrar av teimum, sum higartil hava verið lyklaspælarar, ikki vóru við í dag, tí tær eru farnar av landinum í útbúgvingarørindum.
KÍ tryggjaði sær eisini fulla úrtøku, men tað stóð meiri á. B36 vitjaði í Klaksvík, og gestirnir løgdu seg framum. KÍ svaraði beinanvegin aftur. Tað stóð á jøvnum, 1-1, inntil miðskeiðis í 2. hálvleiki, tá ið KÍ skoraði sigursmálið, men tað var spennandi, inntil síðsta bríkslið ljóðaði.
Næsta umfar verður um eina viku. Tá verður KÍ favorittur á útivølli ímóti Víkingi, og EBS/Skála verður uppaftur størri favorittur á heimavølli ímóti AB.
Tá ið tað snýr seg um FM spurningin, so verður bíðað eftir mikudegnum 11. september. Tá verður toppuppgerð í Klaksvík, og um tað tá fer at eydnast EBS/Skála at fáa stig við sær til hús, so verður tað sannlíkt, at FM heitið fyri fyrstu ferð síðani 1999 ikki endar í Klaksvík. Um KÍ fær fulla úrtøku í toppdystinum 11. september og annars vinnur hinar dystirnar, so verður FM heitið framvegis verandi í Klaksvík. So tað er sera spennandi!
KÍ-B36 2-1 (1-1)
0-1: Vár Næs 20.
1-1: Sigrid Jacobsen 24.
2-1: Maria K. Thomsen 66.
ÍF-EBS/Skála 0-6 (0-3)
0-1: Kára Djurhuus 5.
0-2: Margunn Lindholm 15.
0-3: Sigrun K. Kristiansen br 31.
0-4: Silja Johannesen 49.
0-5: Ansy Sevdal 60.
0-6: Íðunn Magnussen 75.
AB-Víkingur 1-1 (1-0)
1-0: Ásleyg Súnadóttir 36.
1-1: Bjørg Jarnskor 88.
EBS/Skála 36
KÍ 34
HB 22
B36 20
ÍF 12
Víkingur 5
AB 2
HB hevur spælt 12 dystir og hini liðini 13 dystir
8. september
Víkingur-KÍ
EBS/Skála-AB
B36-HB
hagtøl: faoesoccer.com