Biden fekk 70 milliónir dollarar í valstuðuli

Donald Trump og Joe Biden hava á leið líka nógvar pengar, nú valstríðið byrjar av álvara.

Undir floksfundinum hjá Demokratiska flokkinum hesa vikuna, tá Biden endaliga varð kosin sum forsetavalevni floksins, vórðu savnaðar 70 milliónir dollarar til forsetavalstríðið hjá honum.

Tað upplýsti valsamskipianin hjá honum í gjár. Upphæddin svarar til 442 milliónir krónur í okkara pengum.

Floksfundurin endaði í gjár við, at tann 77 ára gamli Biden góðtók endaligu tilnevningina at stilla upp ímóti republikanaranum Donald Trump, sum roynir at verða afturvaldur sum forseti á valinum 3. november.

Floksfundurin varð vegna koronukreppuna fyri tað mesta hildin á netinum.

Beinleiðis stroymingar frá tiltakinum á talgildum miðlum rukku til 122 milliónir hyggjarar, meðan 85,1 milliónir hyggjarar fylgdu hendingini í sjónvarpi, upplýsir valskrivstovan hjá Biden.

Tær 70 milliónir dollararnnir skulu leggjast afturat teimum 140 milliónum dollarunum, sum vórðu savnaðir í juli. Herferðin hjá Donald Trump savnaði til samabering saman 165 milliónir dollarar í juli.

Trump fer inn í avgerandi partin av valstríðnum við einum lítlum fyrimuni, mált í pengum.

Tilsamans hevur Trump yvir 300 milliónir dollarar at brúka til at sannføra veljararnar um at atkvøða fyri sær, upplýsti valsamskipanin hjá honum fyrr í mánaðinum.

Joe Biden hevur til samanberingar 294 milliónir dollarar til sína herferð.

Republikanski flokkurin byrjar floksfund sín mánadagin. Hann verður eisini hildin í fýra dagar.

/ritzau/Reuters