Eftir bert 67 dagar sum enskur landsliðsvenjari er 61 ára gamli Sam Allardyce, eisini kendur sum "Big Sam", blivin frákoyrdur. Orsøkin er, at hann bleiv lumpaður av fólki hjá bretska miðlinum, The Telegraph, ið søgdu seg vera handilsmenn, sum høvdu sambond við íleggjarar í miðeystri.
Loyniligar videoupptøkur eru kunngjørdur av Allardyce, har hann greiðir frá, hvussu ein kann snúgva seg uttan um reglurnar hjá enska fótbóltssambandinum viðvíkjandi keyp og sølu av leikarum. Eisini happar hann undangongumann sín, Roy Hodgson, og hjálparvenjara hansara, Gary Neville. Harumframt skal hann hava forhandlað seg til eina avtalu verda fýra milliónir krónur í egnan lumma.
Les eisini: Enski landsliðsvenjarin fangaður í gølu
Fyrr í dag høvdu bretskir fjølmiðlar savnað seg uttan fyri húsið hjá Sam Allardyce í Bolton, har nú fyrrverandi landsliðsvenjarin snøgt sagt ikki slapp undan at tosa við fjølmiðlarnar.
- Eg royndi at hjálpa einum, sum eg havi kent í 30 ár. Tíverri var hetta skeivt av mær at gera. Eg bleiv lumpaður í eina fellu, sigur Sam Allardyce, ið tó eisini tekur ábyrgd fyri sínar gerðir.
Allardyce sigur eisini, at hann hevur biðið um umbering frá enska fótbóltssambandinum. Eisini ynskir hann bestu eydnu til avloysara sín í komandi dystunum, Gareth Southgate, ið fær ábyrgdina av enska landsliðnum restina av hesum árinum.
Nú fer Sam Allardyce uttanlands, tí at hann sigur seg hava tørv á at sleppa burtur frá øllum meldrinum. Hann hevur tó ikki ætlanir um, at starvið sum enskur landsliðsvenjari skal vera hansara síðsta venjarastarv.
Sam Allardyce er søguligur enskur landsliðsvenjari á tann hátt, at hann er tann venjarin, ið hevur sitið stytst í sessinum sum landsliðsvenjari hjá Onglandi. Hann stóð bert á odda fyri Onglandi í einum einstakum HM-undankappingardysti ímóti Slovakia, ið varð vunnin 1-0.