Bilar skulu flytast úr miðbýnum

Nú vágbingar fyrireika jóansøku, verður neyðugt at flyta bilarnar burtur av parkeringsplássinum í miðbýnum.

 

Nú vágbingar eru í holt við at fyrireika jóansøku, sum verður í Vági, heitir kommunan á bileigarar um at flyta sínar bilar av økinum í miðbýnum.

 

- Sunnukvøldið komandi skulu bilarnir verða burtur av eystasta parkeringsplássinum við Hotel Bakkan.

 

Í Vági siga tey, at kommunan fer at seta stóra tjaldið upp her á økinum mánamorgunin komandi.

 

Og mikukvøldið skal parkeringsøkið í miðbýnum verða enn betri ruddað fyri bilar, tí tá skal eingin bilur standa á økinum.

 

- Mikukvøldið skulu allir bilar verða burtur av parkeringsplássinum í miðbýnum, tí pláss skal gerast til fyrireikingar av básum og spælitorgi.

 

Hesum boða tey í Vágs kommunu frá á síni heimasíðu í kvøld.