Bilar til ein hvønn tørv

Í sambandi við at avtala er gjørd millum millum Sp/f VR-Bilar í Havn og P/F Esmar Simonsen á Kambsdali verða bilmerkini Chevrolet, Renault og Volvo nú eisini seld í Eysturoy

Í juli 2005 varð avtala gjørd millum Sp/f VR-Bilar í Havn og P/F Esmar Simonsen á Kambsdali um at VR-Bilar nú umboða koreansku Chevrolet bilarnar í Føroyum. Hesir Chevrolet eru fyrrverandi Daewoo.
Avtalan ber í sær, at VR Bilar nú kunnu selja øll trý bilmerkini: Chevrolet, Renault og Volvo, bæði í Havn og á Kambsdali, har tað er P/F Esmar Simonsen, ið selur bilarnar fyri teir.
VR Bilar hava nú persónbilar til ein hvønn tørv, heilt frá tí biligasta Chevrolet Matiz til tann dýrasta Volvo XC90, umframt lastbilar, bussar og gravimaskinur, sum teir eisini selja.
Marni Olsen, stjóri hjá VR Bilum, sigur, at hetta er ein góð avtala, teir hava gjørt við P/F Esmar Simonsen havandi í huga, at undirsjóvartunnilin til Klaksvíkar skjótt verður liðugur. Tá liggja vit sera væl fyri í einum stórum øki, sum er Eysturoy og Norðoyggjar.