Í apríl mánaði vórðu 90 nýggj akfør skrásett. Sama talið var 261 í apríl mánaði í fjør Hetta svarar til eitt fall upp á 65%, og er tað eisini í samsvar við gongdina fyrstu fýra mánaðirnar í ár, har fallið samanlagt hevur verið 66%.
Fyrstu fýra mánaðirnar í fjør var talið av nýggjum skrásetingum 770, men tað talið er bert 264 fyrstu fýra mánaðirnar í ár.