Harvið kann sigast, at bilasølan stendur í stað.
Persónbilarnar, sum altíð fylla mest í hagtølunum yvir seldar bilar siga okkum, at higartil í ár eru seldir 1715 nýggir persónbilar, sum er ein vøkstur upp á 136 bilar ella 8,6 prosent. Sølan av persónbilum í oktober í ár er minkað við 15 bilum. Í oktober í fjør vórðu seldir 155 bilar í mun til 140 í ár.
Næststørstu sølutøluni eru í vørubilum. Har er talan um eina afturgongd upp á sløk 12 prosent. Higartil í ár eru seldir 340 vørubilar í mun til 402 sama tíðarskeið í fjør.
Skrásetingartølini fyri nýggj akfør síggjast í talvuni niðanfyri:
##med2##