Bilasølan veksur alsamt

Fyrstu fýra mánaðirnar í ár vórðu fluttir inn til Føroya 26 prosent fleiri akfør, enn sama tíðarskeið í fjør.

Fyrstu fýra mánaðirnar í ár vórðu fluttir inn til Føroya 26 prosent fleiri akfør, enn sama tíðarskeið í fjør.

 

Persónbilarnir eru sum vera man teir, sum fylla mest í hagtølunum, tá Aktstovan ger upp yvirlit yvir skráseting av nýggju bilum. Av teimum 734 akførunum, sum eru innflutt higartil í ár, eru 565 persónbilar. Sama tíðarskeið í fjør vórðu innfluttir 441 persónbilar. Tað er ein munur upp á 124 ella góð 28 prosent.

 

Næststørsti bólkurin er vørubilar. Innfluttir vórðu 85 vøruvognar fyrstu fýra mánaðirnar í ár, tað er 26 fleiri enn í fjør, ella 44 prosent.