Bilførarar skulu duga fyrstuhjálp

Nú skulu øll tey, sum taka koyrikort, hava fingið frálæru í fyrstu hjálp, áðrenn tey sleppa upp í teori og koyriroynd.

Við gildi frá 1. august 2013, hevur landsstýrismaðurin í Innlendismálum sett í gildi reglur í um fyrstuhjálp í ferðsluni.

Tey sum á fyrsta sinni ogna sær eitt koyrikort, skulu hava framt eitt skeið í fyrstuhjálp í ferðsluni. Sama ger seg galdandi fyri persónar, sum søkja um útgávu og endurnýggjan av koyrikorti til vinnuligan fólkaflutning til bólkarnar B og D og útgávu og endurnýggjan av koyrikorti við koyrilæraragóðkenning.

Fyrstahjálparskeiðið í ferðsluni skal vera fyriskipað av lærara, ið er góðkendur av Dansk Førstehjælpsråd og fevnir um frálæru í 7 tímar, nevniliga 3 tímar í grundleggjandi uppafturlíving og 4 tímar í fyrstuhjálp í ferðsluni.

Tá skeiðið í fyrstuhjálp í ferðsluni er framt, skrivar lærarin eitt skeiðsprógv á góðkent oyðublað frá Dansk Førstehjælpsråd. Akstovan

skal hava upprunaoyðublaðið, sum í mesta lagi má vera eitt ára gamalt, tá umsókn um koyrikort verður latin Akstovuni.

Hetta merkir, at tey sum taka koyrikort á fyrsta sinni eftir 1. august 2013, skulu hava skeiðsprógv um fyrstuhjálp í ferðsluni, fyri at sleppa til teoretiska og verkliga koyriroynd.

Somuleiðis skulu tey, sum søkja um útgávu og endurnýggjan av koyrikorti til vinnuligan fólkaflutning til bólkararnar B (vanligan bil) og D

(buss) og koyrilæraragóðkenning, saman við umsókn um koyrikort, lata Akstovuni skeiðsprógv við váttan um fyrstahjálp í ferðsluni, sum í mesta lagi má vera eitt ára gamalt.