Í nátt hevur løgreglan steðgað tveimum bilførarum, sum verða skuldsettir fyri at vera ávirkaðir av rúsevnum.
Hetta eru tvey mál, har annar bilførarin varð steðgaður í norðurøkinum og hin í eysturoyarøkinum.
Vaktleiðarin sigur í morgun, at løgreglan javnan ger slík átøk, og oftast verður slíkt avdúkað, tí tey hava ein illguna.
- Jú, vit gera átøk, har vit hava rúsevni í huga. Vit steðga onkrum bilum, har illgruni kann vera um, at alt ikki er í lagi.
Tíðliga í gjárkvøldið hendi eisini eitt ferðsluóhapp á Tvøroyri, har ein bilførari ikki helt sína víkiskyldu.
- Hetta var á krossinum miðskeiðis á Tvøroyri, har vegurin kemur niðan av bryggjuni.
Vaktleiðarin sigur, at tað var bilførarin, ið hevði treytaleysa víkiskyldu, sum koyrdi inn í síðuna á einum øðrum bili.