Koyrilíkindini eru av teimum ringasta í dag og nógva staðni hevur løgreglan rætt og slætt mælt bilførarum frá at koyra ímillum bygdir, uttan at tað er lívsneyðugt. Umframt kavarok av tí ringasta, er eisini kolandi stormur um tað mesta av landinum.
Men Jan Poulsen, løgreglumaður, sigur við Rás2, at tað gongur strilti at fáa bilførarar at taka áheitanina til eftirtektar. Hann sigur, at hóast tað verður mælt frá at koyra ímillum bygdir, koyra fólk kortini. Hann sigur eisini, at avleiðingin er, at bilar standa fastir, men tað er ikki sum at siga tað at koma teimum neyðstøddu bilførarunum til hjálpar, tí tað er so illa framkomandi.
Les eisini: Heita á bilførarar um at vísa størsta varsemi
Fólk hjá Landsverki grava tað, tey eru ment fyri at koma teimum til hjálpar, men tað tekur sína tíð. Onkur smærri ferðsluóhapp hava eisini verið, men talan er bert um smávegis materiellan skaða.
- Tað eru nógv fólk farið til verka í morgun, sigur løgreglan og hjá løgregluni ringir telefonin titt, har fólk kæra sína neyð.
Ein sjúkrabilur, sum skuldi vestur í Vágar eftir einum sjúklingi, stóð eisini fastur í morgun og mátti fáa hjálp frá eini gravimaskinu hjá Landsverki fyri at sleppa leysur aftur.
Jan Poulsen sigur, at tað ymiskt, hvussu støðan er. Í Vestmanna eru sera vánalig líkindi, tað er ikki koyrandi um Sandavágsháls og líkindini eru eisini sera vánalig í Eysturoy og í Norðstreymoy. - Ráðini eru, at er tað ikki lívsneyðugt at koyra, eiga fólk at lata vera við at koyra og tað er galdandi fyri at kalla alt landið, sigur løgreglan
Annars er siglingin hjá Strandferðsluni illa darvað av veðrinum og Bygdaleiðir gevast at koyra, og harumframt er flogferðslan er eisini darvað.
|