Uppundir ringa illveðrið, sum herjaði um landið fyrrapartin og um middagsleitið í gjár, høvdu fleiri ávaringar verið um veðrið, sum var væntandi.
Flestu dagstovnar og skúlar vóru stongd í gjár, og meginparturin av samferðsluni steðgaði. Fleiri leiðir hjá Bygdaleiðum koyrdu ikki aftur fyri dagin.
Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at tað vísti seg, sum mong sótu við hús og bíðaðu eftir ódnarveðrinum, sum var á veg, og sum so sanniliga eisini kom.
- Jú veðrið fylti rættiliga nógv í gjár, og her ringdi telefonin uttan steðg, til tað ringasta var hasað av nakað eftir middag. Tá vindurin minkaði, tagnaði telefonin eisini.
Síðan seinnapartin í gjár kundi løgreglan taka upp aftur tað, hon vanliga ger, og í hesum sambandi varð eisini fylgt meira við ferðsluni.
Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at ein bilførari í nátt varð steðgaður í Klaksvík, og her vísti tað seg, at viðkomandi var ávirkaður av øðrum enn rúsdrekka.
- Hetta er eitt mál, sum snýr seg um narkokoyring, og her vísti tað seg, at bilførarin heldur ikki hevði førararætt, sigur løgreglan.