At koyra á motorsúkklu í Føroyum er eitt frítíðarítriv – og tað verður aldrin annað enn eitt frítíðarítriv.
Tað sigur Fróði Magnussen í Havn.
Hann er talsmaður hjá seks motorsúkklufeløgum í Føroyum, sum nú heita á landsstýrið um at avtaka øll avgjøld á motorsúkklur, uttan mvg. Tey siga, at verða motorsúkklurnar bíligari, hevði tað bøtt um ferðslutrygdina.
Løgtingið viðger eitt uppskot frá Jørgen Niclasen, landsstýrismanni í fíggjarmálum um at avtaka skrásetingargjaldið á motorsúkklum.
Men nú heita tey seks motorsúkklufeløgini á landsstýrismannin um eisini at strika øll onnur avgjøld á motorsúkklum, uttan mvg.
Tey halda, at tað at koyra á motorsúkklu eigur at verða javnsett við onnur frítíðarítriv, sum frítíðarbátar, húsvognar, húsbilar, og anna
- At koyra á motorsúkklu í Føroyum má sigast at vera eitt frítíðarítriv, tí tað ber als ikki til at koyra motorsúkklu bara illgruni er um hálku, siga feløgini.
- Somuleiðis er tað sera óhøgligt at brúka motorsúkklu, sum flutningsamboð, er er tað vátt, er tað ikki vandaleyst heldur.
Tey hava eisini gjørt sær tann ómak at kanna hagtølini hjá donsku veðurstøðini frá 1961 til 1990 og eftir teimum tølunum regnar 204 dagar í Føroyum um árið í miðal.
Verður lagt upp fyri hálku, eru møguleikarnir at koyra á motorsúkklu skerdir uppaftur meira.
- Siga vit, at vandi er fyri hálku tá ið hitin í luftini fellur undir trý hitastig, hava vit bara seks mánaðir um árið frá mai til oktober, har miðalhitin í myrkri er yvir trý hitastig.
Hyggur ein so at turrum døgum í tíðini frá mai til oktober, eru bara 90 dagar eftir.
- Niðurstøðan er tí, at tað bert er trygt og høgligt at koyra motorsúkklu 25% av árinum, siga tey seks feløgini.
Tey siga, at verða avgjøldini strikað, fer tað at bøta um ferðslutrygdina, tí motorsúkklurnar, ið verða brúktar, verða ikki so gamlar.
- Sum á so nógvum øðrum økjum, verða motorsúkklurnar alsamt betri og tryggari. Verður avgjaldið tikið av nýggjum motorsúkklum, soleiðis at allar motorsúkklur, sum eru yngri enn 12 mánaðir, bara rinda mvg, bøtir tað um ferðslutrygdina, tí motorsúkklurnar verða nýggjari.
- Talan verður ikki um nakran fíggjarligan miss hjá landskassanum, tí í 2012 vórðu bara fýra motorsúkklur skrásettar, í 2013 vórðu bara sjey motorsúkklur skrásettar og frá januar til september í fjør, vórðu tær eisini bara fýra í tali.
- Hinvegin fer broytingin økja um trivnaðin hjá teimum, sum hava valt at búleikast á hesum oyggjum, siga tey seks motorsúkklufeløgini.
Feløgini, sum hava sent landsstýrismanninum áheitanina, eru Cross Bikers í Havn, har Victor Carlssen er formaður, Harley-Davidson Club, har Hilmar Augustinussen í Havn er formaður, Føroya MC, har Hjarnar Olsen í Havn er formaður, Eysturoyar MC, har Jackie Zachau á Toftum er formaður, Storm Boys, har Sølvi Andreasen í Vági er formaður og Norðoyar MC, har Jon Leivsgarð í Klaksvík er formaður.