Biligari umhvørvis-vinarligir bilar

Valflesk ella ikki; landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur lagt fram fyrsta lógaruppskot, sum hevur til endamáls ítøkiliga at skerja CO2-útlát í Føroyum

Umhvørvi

 

Eftir lógaruppskotinum verða umhvørvisvinarligir bilar bíligari, og umhvørvisdálkandi dýrari. Ruddast skal upp í dálkandi partinum av føroysku bilparkini, heldur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Magni Laksáfoss.

Endamálið er, at innflutningurin av gomlum og dálkandi bilum skal steðgast, skrivar Fíggjarmálaráðið í tíðindaskrivi.

- Tí hækka vit nú burturbeiningargjaldið munandi, samstundis sum elstu akførini skulu gjalda hægstu umhvørvisgjøldini. Vit vóna soleiðis at fáa burtur gamlar og útslitnar bilar, sum koyra á føroysku vegunum ella liggja og sløðast í føroysku náttúruni, sigur Magni Laksáfoss.

Leisturin sum nýggja lógaruppskotið er skorið eftir er europeiskur. ES-nevndin mælir til eina stigvísa harmonisering av bilavgjøldunum, so ES-londini frá 1. desember 2008 hava lagt 20 prosent av bilavgjøldunum um til CO2-avgjøld. Síðani skal CO2-avgjaldsparturin hækka stigvíst næstu árini.

Í uppskotinum verður verandi eykaskrásetingargjaldið á 25 prosent strikað og lagt um til CO2-avgjald.

20 prosent av virðisgrundaða skrásetingargjaldinum í galdandi lóg verður sostatt lagt um til CO2-avgjald í hesum lógaruppskotinum.

- At minka CO2, sum er eitt veðurlagsgass, er eisini samsvarandi endamálinum við ST-veðurlagssáttmálanum, sum Føroyar hava bundið seg til at fylgja, og eisini Kyoto-sáttmálanum, sigur Magni Laksáfoss, landsstýrismaður í fíggjarmálum, í tíðindaskrivi.