Spurningurin í vikuni hevur verið, um NSÍ venjarin Bill Jacobsen fór at skifta málverja. Spurningurin var, um hann fór at seta Karstin Hansen í málið. Hann hevur verið málverji síðani í juni, og hann vardi málið fram ímóti dystarenda í longdu leiktíðini mánakvøldið, tá ið NSÍ eftir brotssparkskapping vann seg í finaluna, sum verður um ein mánað. Ella um hann fór at velja Tórð Thomsen at vera málverja. Tórður Thomsen hevur ikki verið í NSÍ málinum síðani í fyrst í juni. Men mánakvøldið varð hann skiftur inn undan brotssparkskappingini og bjargaðil trimum brotsspørkum.
Nú er greitt, hvørjir ellivu vera á vøllinum frá fyrstu bríksli fyri NSÍ, og Bill Jacobsen hevur valt teir somu ellivu, sum vóru á vøllinum frá fyrsta bríksli mánakvøldið:
NSÍ: Karstin Hansen – Jákup Jakobsen, Oddur Á. Højgaard, Rógvi Egilstoft – Pætur Hentze, Jacob Trenskow, Betuel Hansen, Mórits Heini Mortensen, Pætur Turiðarson Skipanes –Aron Knudsen, Klæmint A. Olsen
Á beinkinum: Tórður Thomsen, Tróndur Jensen, Búi Egilsson, Atli D. Petersen, Jørgen Nielsen, Mikkel Elbæk Jakobsen, Hans Marius Davidsen
Venjari: Bill Jacobsen