Bill fer illa við skálamonnum

1. DEILD: Fyri aðru ferð í ár vann næstbesta liðið hjá NSÍ í kvøld ímóti Skála, sum er topplið

Bill Jacobsen er venjari hjá næstbesta NSÍ liðnum. Í fjør var hann inntil á ólavsøku venjari á Skála.

Bill Jacobsen er venjari hjá næstbesta NSÍ liðnum. Í fjør var hann inntil á ólavsøku venjari á Skála.

Í kvøld fór bólturin á rull aftur í næstbestu deildini eftir summarsteðg í ein mánað.

 

Ein av trimum dystum var á Skála, har heimaliðið hevði vitjan av teimum næstbestu hjá NSÍ.

 

Undan grannadystinum í kvøld hevði Skála bara tapt ein dyst í ár. Hann var á útivølli ímóti NSÍ, sum vann 2-1.

 

Í kvøld var NSÍ á útivølli, og úrslitið var tað sama. NSÍ vann 2-1. Venjari hjá teimum næstbestu í NSÍ er Bill Jacobsen, sum inntil á ólavsøku í fjør var venjari á Skála.

 

Bill Jacobsen og hansara menn løgdu seg í kvøld á odda longu í triðja minutti. Málskjútti var 18 ára gamli Súni Hansen. Hetta var fjórða ferðin, at hann í ár var á næstbesta liðnum, og hetta var fyrsta málið hjá honum í ár. Í fjør skoraði hann tvey mál í næstbestu deildini, veit faroesoccer.com at siga.

 

NSÍ helt tørn um leiðsluna, inntil ein stórur tími var farin. Skála hevði fleiri atsóknir, og í 63. minutti eydnaðist tað at javna til 1-1. Jákup Joensen átti uppleggið, og Dávid Johansen var málskjútti fyri fimtu ferð í ár.

 

Skála var í fleiri góðum støðum, men tað eydnaðist ikki at skora eitt mál aftrat. Í staðin var tað NSÍ, sum skoraði sigursmálið og fyri aðru ferð vann øll stigini ímóti Skála. Málskjútti eftir hornaspark var Atli D. Petersen, sum fyri fjórðu ferð var málskjútti. Hetta var fyrsta málið hjá honum síðani 13. apríl.

 

Sigurin ber við sær, at NSÍ nú er næstfremst við 29 stigum. Tað eru átta stig fram til Skála, sum hevur spælt ein dyst færri enn NSÍ, og tað eru trý stig aftur til Víkingi og B71, sum hevur spælt ein dyst færri enn NSÍ.

 

Leygardagin eigur NSÍ heimavøll ímóti AB, og Skála eigur leygardagin heimavøll ímóti EB/Streymi.

 

Bill Jacobsen er venjari hjá næstbesta NSÍ liðnum. Í fjør var hann inntil á ólavsøku venjari á Skála.