Bill gevst á Argjum

Bill M. Jacobsen hevur í dag sagt upp sum venjari hjá AB

- Eg vil hervið boða frá, at eg velji at gevast sum venjari hjá besta liðnum hjá AB. Tað er av persónligum orsøkum, at eg havi tikið hesa avgerð, sigur Bill M. Jacobsen í tíðindaskrivi í kvøld.

 

AB spældi um vikuskiftið javnleik 1-1 móti Skála, men tað eru ikki úrslitini, sum eru orsøkin til, at Bill nú gevst sum venjari á Argjum.

 

- Eg havi havt tað gott hesar fýra mánaðirnar á Argjum, men tíðin og orkan røkkur ikki til longur. Tað hava verið fýra spennandi og avbjóðandi mánaðir, har eg havi havt møguleikan at arbeiða saman við nøkrum dugnaligum spælarum, venjarum og hjálparfólkum. Eg havi verið væl móttikin í felagnum og havi einki ilt at bera nøkur á Argjum, sigur Bill.

 

Avgerðin kemur brádliga, men er tikin í sátt og semju við nevndina í FC Argjum.

 

- Avgerðin er tikin í sátt og semju við nevndini í FC Argjum. Teir hava játtað, at taka móti mínari uppsøgn sum venjari í felagnum. Eg havi valt at taka hesa avgerða longu nú, tí tað er best fyri meg og fyri felagið, sum hevur nakrar lykladystir fyri framman, sigur U21 landsliðsvenjarin og leggur afturat.

 

- Eg vil takka øllum fyri tíðina á Argjum og somuleiðis ynskja øllum eina gleðiligar páskir.

 

Sjúrður Olsen, formaður í FC Argjum, harmast um støðuna

 

- Vit eru keddir av støðuni, sum er íkomin. Vit hava verið glaðir fyri Bill. Hendan støðan er íkomin brádliga fyri okkum og vit hava gingið uppsøgnini hjá Bill á møti, og ynskja honum alt tað besta í framtíðini, sigur Sjúrður Olsen.

 

Fyribils tekur Oddbjørn Joensen yvir.

 

- Vit mugu bara koma víðari og vit arbeiða við at finna eina varandi loysn. Fyribils tekur hjálparvenjarin, Oddbjørn Joensen yvir hesa vikuna, sigur formaðurin í FC Argjum.

 

Hóast Bill hevur sagt seg úr starvi sum høvðusvenjari hjá besta liðnum, so er ikki óhugsandi, at Bill verður at síggja á vøllinum á Argjum.

 

- Bill hevur eisini havt aðrar uppgávur í felagnum við ungdómsarbeiði og tað er ikki óhugsandi, at tað samstarvið heldur fram, sigur Sjúrður Olsen.

 

Tað verður sostatt Oddbjørn Joensen, sum skírisdag skal standa á odda fyri liðnum hjá AB.