Billardspælarar úr dvalanum

Nú stormarnir leika í og regnið skolar út yvir landið, rakna billardspælarar kring oyggjarnar aftur úr dvalanum. Eftir ein steðg í gott og væl eitt hálvt ár verður dustið turkað av køunum og lív kemur í aftur kúlurnar.

27. árið á rað helt Billardsamband Føroya sín árliga aðalfund sunnudagin , hesaferð í snotuligu og vælegnaðu billardhølunum í landsins elsta klubba, Havnar Klubba. Umboð fyri fleiri av feløgunum kring landið vóru møtt til fundin. Hóast undirsjóvartunnilin millum Norðoyggjar og meginøkið enn ikki er latin upp møttu tvey umboð fyri Klaksvíkar Billardfelag á fundinum í høvuðsstaðnum. Suðuroyingar valdu at brúka telefonina hesaferð, nú meðan bíðað verður eftir nýggja og stásiliga Smyrli.

Haldor Holm Cup
Fyrsta kappingin í billardárinum er Haldor Holm Cup. Hetta er kapping millum landsins frægastu spælarar. Tvs. teir seks bestu spælararnir frá seinastu FM-kapping eru við í kappingini, sum hevur verið spæld í Klaksvíkar Klubba síðani 1989. Kappingin verður vikuskiftið 14. og 15. oktober. Spælararnir, sum hava kvalifiserað seg til Haldor Holm Cup., eru Bjarni Skaalum, Krisjan Sune Høgnesen, Sonhard Johannesen, Jan Müller, Henrik Pedersen og Niels Nielsen.

Jubileumskapping
Aðalfundurin gekk sum smurt. Áðrenn farið var undir at leggja sjálva FM-kappingina tilrættis varð 25. ára jubileumskappingin á skránni. Billardsamband Føroya varð sett á stovn í 1977. Jubileumskappingin skuldi verið hildin fyri tveimum árum síðani. Betri seint enn ongantíð. Nú verður hon so hildin í Havn 12. november. Talan er um handicapkapping eftir cupskipanini. Fyrst verður spælt innanhýsis í feløgunum, og fýra teir bestu spælararnir úr hvørjum felag fara víðari til finaluumfarið, har spælt verður í tveimum bólkum. Endað verður við finalu og dysti um 3. plássið.

FM-kappingin
Tann var tann tíð, tá tað vóru at vóru heili 8 feløg við í FM-kappingini. Tann tíðin er farin. Okkurt felag er farið yvir til at spæla Poolbillard, meðan uppaftur onnur hava latið aftur. Í ár er talan um tilsamans fimm feløg. Fýra feløg eru við í 1. deild við hvør sínum liði. Tey eru Havnar Klubbi, Kaggin, Klaksvíkar Billardfelag og Tvøroyar Billardfelag. Í 2. deild eru somu feløg umframt Vágs Billardfelag. Her eru tó íalt 6 lið. Øll feløgini hava hvør sítt lið, tó hevur Klaksvíkar Billardfelag tvey lið.

Steinbjørn formaður
Aðalfundurin í Billardsambandinum gjørdi eisini av at velja nýggja nevnd. Í henni sita Steinbjørn í Dali, formaður, Krisjan Suni Høgnesen kappingarleiðari og Høgni Højgaard, kassameistari.

Steinbjørn í Dali er fegin um góðu uppmøtingina, hóast nýggi Smyril gjørdist ov stuttur (les ov seinur) til at kunna flyta suðuroyarumboðini til Havnar. Hann sær fram til, at Norðoyartunnilin gerst veruleiki, og at nýtt skip verður sett í rutuna millum Suðuroynna og meginøkið. Tað fer heilt givið at koma føroyskum ítrótti væl við. Tunnilin og skipið fara at byggja nýggjar brýr millum meginøkið og so tvey útjaðarøki sum Norðoyggjar og Suðuroy. Ikki minst kann eitt nýtt strandfaraskip vera við til at menna aftur ymsu ítróttargreinarnar í Suðuroynni, harímillum billardspælið.

Formaðurin í Billardsambandinum er eisini glaður um, at tað hevur eydnast at fáa suðuroyingar at manna eitt 1. deildarlið aftur, nú teir ikki hava verið við seinastu árini. Tað er altíð gott at hava suðuroyingarnar við , tí teir eru við til at seta sín serstaka dám á spælið og eisini tann sosiala partin.

Steinbjørn í Dali sigur, at tað er eitt ynski hjá Billardsambandinum, nú tað er farið frá 25. ára stovningina og gongur fram móti 30 ára føðingardegnum, at áhugin fyri billardspælinum sum heild kann mennast. Hann heitir á øll billardáhugað um at vera við so ella so.

Kappingin byrjar nú
Fyribils kappingarskráin sær soleiðis út:

FM-kappingin byrjar longu hetta vikuskiftið. Tá verður lagt út í 2. deild, har
Klaksvíkar Billardfelag 1 møtir Klaksvíkar Billardfelag 2, har Havnar Klubbi møtir Kagganum, og Tvøroyrar Billardfelag fær vitjan av Vágs Billardfelag. Nærri verður lýst við komandi kappingunum í 2. deild.

Kappingin í 1. deild byrjar 29. oktober. Tá fær Klaksvíkar Billardfelag vitjan av Suðuroyarliðnum, og Kaggin tekur ímóti Havnar Klubba.

Restin á spæliskránni í 1. deild sær soleiðis út:

26.11.05
Suðuroyarliðið - Kaggin
Havnar Klubbi - Klaksvíkar Billardfelag

14.01.06
Klaksvíkar Billardfelag - Kaggin
Havnar Klubbi - Suðuroyarliðið

28.01.06
Suðuroyarliðið - Klaksvíkar Billardfelag
Havnar Klubbi - Kaggin

11.02.06
Kaggin - Suðuroyarliðið
Klaksvíkar Billardfelag - Havnar Klubbi

25.02.06
Kaggin - Klaksvíkar Billardfelag
Suðuroyarliðið - Havnar Klubbi

Báðar deildirnar spæla dupult kapping. 2. deild spælir annað hvørt vikuskifti frá komandi vikuskifti. Nærri verður lýst við dystunum í 2. deild. 1. deild spælir 2 umfør áðrenn jól. Seinna umfarið fyri jól verður 26.11.05.

At liðið hjá suðuroyingum í leikskránni hevur fingið navnið Suðuroyarliðið kemst av, at møguliga verður talan um eitt lið samansett av spælarum av Tvøroyri og Vági. Enn er ikki heilt greitt, hvørjir persónar manna tey ymsu liðini í 1. deild, men oddamaðurin á liðnum hjá suðuroyingum verður so Max Rasmussen, ein av gomlu billardveteranunum í Føroyum. So tað skuldi borga fyri dygd.