Ein bilur hevur í nátt okkara tíð koyrt í eina mannamúgvu undir eini jólaskrúðgongu í amerikanska býnum Waukesha í statinum Wiscounsin.
Fleiri fólk eru deyð, og yvir 20 fólk er særd, upplýsir løgregluovastin, Dan Thompson, á tíðindafundi.
Hann hevur ikki neyvt yvirlit yvir talið á særdum í løtuni.
Hann leggur afturat, at enn er ikki greitt, um hendingin hevur nakað við yvirgang at gera.
Sambært sløkkiliðsovastanum í býnum eru 11 vaksin og 12 børn koyrd á sjúkrahús.
Biskupadømið í Milwaukee upplýsir, at fleiri av teirra limum eru særd undir skrúðgonguni, skrivar CNN.
##med2##
– Millum tey særdu er ein av okkara katólsku prestum eins og fleiri limir í samkomuni og næmingar úr katólska skúlanum í Waukesha, verður sagt í boðum frá kirkjuni.
Løgreglan hevur funnið ein reyðan bil, sum koyrdi inn í mannamúgvuna. Samstundis er ein persónur undir illgruna í varðhaldi hjá løgregluni.
Ein løgreglumaður lat fleiri skot av ímóti bilinum, tá hann flýddi av staðnum gjøgnum eina avsperring.
Ein áskoðari varð raktur av skotunum, upplýsir Dan Thomson.-
Hann sigur harumframt, at tað ikki longur er nøkur hóttan. Heitt varð frammanundan á fólk í miðbýnum í Waukesha um at halda seg innandura, men tað er ikki galdandi meira.
Eitt eygnavitni sigur við blaðið Milwaukee Journal Sentinel, at hann sá bilføraran trýsta spitaran í botn og koyra fram við skrúðgonguni.
– Og so hoyrdu vit eitt øgiligt brak og fólk sum skríggjaðu, tá bilurin rakti tey, sigur Angelito Tenorio við blaðið.
Ein kvinna sigur, at bilurin rakti ein bólk við dansarum, tað vóru ungar gentur millum 9 og 15 ár, meðan eitt annað eygnavitni sigur, at tað sá minst ein persón verða slongdan upp um bilin.
##med3##
Mett verður sambært eygnavitni at bilurin koyrdi eina 60 kilometrar um tíman, tá hann rakti mannamúgvuna.
Nøkur av offrunum vórðu flutt á sjúkrahús við sjúkrabilum, onnur í løgreglubilum og uppaftur onnur av familju og vinum.
Allir skúlar í økinum hava stongd í dag eftir sorgarleikin.
Waukesha liggur umleið 32 kilometrar vestan fyri Milwaukee, sum er størsti býur í Wisconsin.
Jólaskrúðgonga er á hvørjum ári í býnum.
/ritzau/Reuters
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##
##med9##
##med10##
##med11##
##med12##
##med13##
##med14##
##med15##
##med16##
##med17##