Myndir: Michaela Stache/AFP/Ritzau Scanpix

Bilur koyrt inn í mannamúgvu í München – fleiri særd

Fleiri fólk hava fingið skaða í München, eftir at ein bilur koyrdi á eina mannamúgvu. Bilførarin er handtikin

Myndir: Michaela Stache/AFP/Ritzau Scanpix

Ein bilur hevur koyrt eina mannamúgvu og sært fleiri í miðbýnum í München.

Á sosiala miðlinum X skrivar løgreglan í München, at stórt politiátak er í gongd í økinum við gøturnar Seidelstrasse og Dachauer Strasse í miðbýnum í München.

Bilførarin í bilinum er afturhildin, upplýsir løgreglan.

Tað er ikki greitt, hvussu nógv fólk hava fingið skaða. Sambært týska miðlinum Bild er talan um15 fólk.

Ógreitt er í løtuni, hvørjar nágreiniligu umstøðurnar eru.

 

##med2##

##med3##

##med4##

/Ritzau/

 

Myndir: Michaela Stache/AFP/Ritzau Scanpix