Bilur og skutari fingu skaða av oljudálking

Tað var serliga Dalavegurin, Marknagilsvegurin og Hvítanesvegurin, sum vóru dálkaðir av olju

 

Sum vit skrivaðu í gjár var ein stór oljudálking á vegunum í Havn í gjár. Vatkleiðarin hjá løgregluni sigur í morgun, at tey fingu yvir 100 fráboðanir eftir lítlari løtu um, at gøturnar í Havn vóru sera hálar.

– Tað snúði seg serliga um Dalavegin, Marknagilsvegin og Hvítanesvegin, men av tí at tað regnaði so illa, so breiddist oljudálkingin til síðugøtur eisini, sigur vaktleiðarin.

– Tað var so hált, at tá politibilurin fór niðan á Dalavegin at steingja vegin, tá trekti hann næstan ikki niðan.

Ein bilur fekk skaða, tá hann gleið í hálkuni, og eisini eitt prutl, men eingin fólkaskaði var, sigur vaktleiðarin.

Tað var ein tangabilur hjá Magn, sum hevði likið olju á vegin. Vaktleiðarin sigur, at tey eru ikki liðug at viðgera málið, men sum skilst var tað ein mekaniskur feilur á tangabilinum, sum var orsøkin til lekan.