Tað hevur verið sera hált summastaðni í morgun og eitt av hesum plássunum var á Gøtueiði, har tað hevur verið rættiliga glerstoytt. Og tað kom óvart á ein bilførara, sum misti tamarhaldið á bilinum í hálkuni og fór útav.
Løgreglan sigur, at eingin fólkaskaði var, men hjálp mátti fáast til at fáa bilin upp aftur. Landsverk sigur, at tað er framvegis hált á Gøtueiði og í Vatnsoyrum.