Tíðliga í morgun fór ein bilur útav á Kaldbaksvegnum.
Ein bilførari sum kom framvið eftir óhapið, sá, at ein bilur var farin niðan av vegnum og hann boðaði løgregluni frá.
Tveir mans vóru við bilinum, sum rendi útav. Teir fóru á sjúkrahúsið til kanningar, men teir høvdu ikki fingið stórvegis skaða. Hinvegin fekk bilurin rættiliga stóran skaða.
Løgreglan fekk illgruna um, at menninir vóru ikki edrúur, so blóðroynd varð tikin av báðum monnunum
Løgreglan hevur eisini gjørt ferðmátingar og úrslitið av tí var, at nakrir bilførarar fingu bót og klipp í koyrikortið.
Harðast rakti tað ein bilførara, sum koyrdi 87 kilometrar um tíman í bygdum øki, har tað er loyvt at koyra 50 kilometrar um tíman. Og tað merkir, at hann nú noyðist at taka koyrikortið av nýggjum.
|