Tað eru hermenn av pashtun-fólkinum, sum siga seg hava kringsett Osama bin Laden nærhendis pakistanska markinum. Økið, sum teir hava hersett, nevnist Tora Bora, og servandir amerikanskir og bretskir hermenn eru komnir pashtunsku hermonnunum til hjálpar at finna tann eftirlýsta yvirgangsleiðaran.
Hildið verður, at bin Laden hevur einar 1500 mans at verja seg. Hetta eru menn, sum eru bin Laden trúgvir, og talan er helst um nakrar av teimum bestu krígsmonnunum hjá al-Qaeda, verður sagt.
Ein talsmaður hjá pashtununum segði í dag, at teir ætla at manna eitt lið við umleið 2000 monnum, og at teir fyrstu skuldu fara til Tora Bora í dag.
Boð frá bin Laden
Trygdarovastin í syðra Afghanistan, Hazrat Ali, sigur, at teir hava hoyrt eini boð frá bin Laden, har hann boðar frá, at hann ætlar sær ikki at stríðast ímóti sínum muslimsku trúarfeløgum, men einans ímóti teimum fremmandu hermonnunum t.v.s. teimum amerikansku og bretsku hermonunum.
Trygdarovastin sigur, at hann tí hevur sent nakrar umboðsmenn at vita, um bin Laden og menn hansara eru sinnaðir at leggja vápnini og at geva seg yvir.
Ein av teimum pashtunsku herleiðarunum sigur, at tað helst verður neyðugt at nýta einar 4000 mans til at basa monnunum hjá bin Laden, og at tað helst fer at taka einar tríggjar dagar at basa fíggindanum.
Hildið verður, at umleið 60 servandir amerikanskir og bretskir hermenn eru á leiðini við Tora Bora.