Binding er fleiri túsund ára gomul

- Binding ella forevnið til binding - nálabinding - kann sporðast heili 8500 ár aftur í tíðina, sigur Brynhild Næs Petersen.

Hvørt ár í apríl hittast kvinnur úr øllum heraðshornum til bindifestival í Fuglafirði, og í ár verður stóra tiltakið í døgunum 19.-21. apríl. Her verður høvi at læra stórt sæð alt um binding.

 

Hugnaligi festivalurin fevnir eisini um verkstovur, sum eru skipaðar heima í stovunum hjá fólki, har dugnaligir lærarar, áhugaverdir fyrilestrar, livandi tónleikur og gisting heima hjá fólki í Fuglafirði er partur av stemninginum.

 

Brynhild Næs Petersen, kvøldskúlaleiðari og starvsfólk á mentanardeildini hjá Fuglafjarðar kommunu, sigur seg hava hoyrt, at binding ella forevnið til binding - nálabinding - kann sporðast heili 8500 ár aftur í tíðina.

 

- Mær er fortalt, at fólk halda seg hava funnið 30.000 ára gamlar nálir í Ruslandi og at elstu jarnstokkarnir, sum vit vita um, eru umleið 1500 ára gamlir og eru úr danskari víkingatíð.

 

Hon vísir á, at handverk og vitan um handverk er borið frá ættarliði til ættarlið gjøgnum túsundtals og aftur túsundtals ár.

 

- Tað at vera menniskja og tað at skapa og evna til, er ein tætt samantvinnaður veruleiki. Men, lívið og avbjóðingarnar í okkara gerandisdegi broytast støðugt, eisini í Fuglafirði.

 

Brynhild Næs Petersen heldur, at menniskjan onkursvegna stendur á einum vegamóti millum ein rúmligan og ein flatan heim.

 

- Hetta endurspeglast nógvastaðni í samfelagnum, men tó serliga á útbúgvingarøkinum, har minni og minni pláss verður givið hondunum og kroppinum - og alsamt meiri pláss verður sett av á tímatalvuni til eyguni og høvdið. 

 

Hon leggur aftrat, at tað rúmliga tykist í stóran mun at víkja fyri flatuni og skerminum, sum Brynhild Næs Petersen tekur til.

 

Hon fegnast um, at Bindifestivalurin aftur í ár bjóðar ein tílíkan pall, har javnvágin millum at gera og reflektera er í hásæti.

 

- Við inspirerandi fyrilestrum, dygdargóðum verkstovum, góðum mati, sølutorgi og ikki at minst hugnaligari samveru, sigur Brynhild Næs Petersen, kvøldskúlaleiðari og starvsfólk á mentanardeildini.