Á býráðsfundi mánakvøldið var samtykt, at fara undir ætlaðu bingjuhavnina á Oyrareingjum Bingjuhavnin á Oyrareingjum var eitt av málunum, ið varð avgreitt á býráðsfundinum mánakvøldið í Tórshavnar Býráð.
Har hava ætlanir verið í umbúna síðani tíðliga í 2004, og nú endiliga, trý ár seinni, er so klárt at fara undir hetta arbeiði.
Seinastu tíðina hevur nógv verið at hoyrt um ónøgd á Oyrareingjum, og kollfirðingar vóru møttir mannsterkir til býráðsfundin, men hetta ávirkaði ikki býráðslimirnar, tí ætlaða byggingin varð samtykt við 10 atkvøðum fyri og bert einari ímóti.
Byggingin av bingjuhavnini á Oyrareingjum umfatar eina 150 m. langa atløgubryggju og eina 25 m. breiða rampu til RO-RO skip.
Útbjóðingin av arbeiðinum umfataði umframt nevndu atløgubryggju og rampu eisini gerð av havnaøki til bingjur á 25.000 m2, gerð av 120 m. av vegi til økið, dýping á 14 m. framman fyri bryggjuni, tilsamans 32.000 m2 og uppfylling av gróti og sandi, tilsamans 104.000 m2.
J & K Petersen átti lægsta tilboðið á 53.730.388,00 krónur.
Heðin Mortensen, borgarstjóri sigur, at býráðið skipaði fyri ástaðarfundi á Oyrareingjum og Langasandi, og at eingi mótmæli tá vóru at hoyra. Hann fatar tí ikki heilt, at fólk nú eru ónøgd við byggingina.
Borgarstjórin skilir tó væl, at ónøgd er við skipini, sum liggja við kei á Langasandi og larma og dálka, tí talan er ofta um gomul skip, og ætlar Heðin Mortensen sær at gera nakað við tann trupulleikan.
Pláss verður gjørt fyri 156 bingjum í einari hædd, umframt eitt 20.000 m2 stórt øki, ið ikki er planerað og astfalterað. Arbeiðið byrjar nú