Birgar lagt fram stuttleikasentrið

Í morgun var Birgar Johannesen til kaffifund á Ráðhúsinum, har hann legði fram hugskot og tankar um miðstøðina fyri undirhaldi og ítrivi í miðbýnum, sum vit skrivaðu um her á in.fo mánamorgunin.

Í morgun var Birgar Johannesen til kaffifund á Ráðhúsinum, har hann legði fram hugskot og tankar um miðstøðina fyri undirhaldi og ítrivi í miðbýnum, sum vit skrivaðu um her á in.fo mánamorgunin.

 

Birgur Johannesen sigur at hetta er fyri at miðbýurin fær nakað at bjóða teimum, sum hava mest tørv á tí - og sum býurin hevur mest brúk fyri.

 

Birgar Johannesen hittir nógv fólk um dagarnar. Seinastu tíðina hevur hann hitt nógvan ungdóm og roynt at sett seg inn í teirra gerandislív, teirra dreymar og teirra meiningar. Serliga liggja tey honum á hjarta, sum hvørki eru børn ella vaksin, men liggja harímillum.

 

– Vit geva okkum als ikki far um, hvussu hættislig støðan er. Vit eiga at gera nógv meira fyri tey 14 til 18 ára gomlu, geva teimum enn fjølbroyttari tilboð og hjúkla um tey. Tey skulu ikki bara hava tilboð um útbúgving og ítrótt, men tað er okkara ábyrgd at fylla teirra dag við meining, sigur hann.

 

– Sum er hittast mong teirra í miðbýnum. Men miðbýurin hevur ov lítið at bjóða teimum. Nakað er, men tað kann gerast nógv betur. Og vit hava møguleika at gera nakað, sigur Birgir Johannesen, sum í morgun hitti borgarstjóran og Trónd Sigurdsson, býráðslim, til eitt prát.

 

Lesið eisini: Gerið Kommunuskúlan til eitt stuttleikasentur