Birger hevur ov nógv X-Factor

Cutfather og Kato vóru ikki í iva um, at aldursforsetin í X-Factor í ár, 58 ára gamli Birger dugdi nakað heilt serligt. Men Cutfather heldur, at Birger hevði ov nógv X-Factor.

 

Seinasta umfar av X-Factor førdi við sær, at Birger varð sendur til hús. Heimasíðan hjá DR hevur nú tosað við dómararnar, sum valdu hendan mannin frá. Greitt er, at hesin maður hevur vakt stóran ans í Danmark, tí hann er nakað øðrvísi enn onnur, sum hava roynt seg í kappingini.

 

Spurningurin varð tí frá byrjan, um hesum maður átti at verða við í Bootcamp, har 10 tey bestu innan hvørja kategorii luttaka.

 

Men Cutfather og Kato siga við heimasíðuna hjá DR, at teir ikki eru í iva um, at sangarin frá Jyllinge dugir nakað heilt serligt.

 

-Eg haldi hann hevur ov nógv X-Factor. Og hann syngur heldur ikki tað hann skal, siga teir báðir dómararnir.

 

Teir leggja aftrat, at teir mugu velja onkran frá, og Birger hevur so nógv X-Factor, at tað er trupult at ímynda sær hann til live showini í kappingini.