##med2##
2. árið á rað hevur Koppur og Kanna, sum húsast hjá Ide Møblum, vunnið stóru kappingina Kop & Kande League.
Birgir Andreasen frá Idé Møblum greiðir frá, at tey í høvuðssætinum hjá Kop og Kande í Danmark vóru sera bergtikin tá Idé Møblar í Havn vunnu í fjør, men enn meira bergtikin tá tá Idé Møblar í Havn aftur í ár sigraðu á yvir 100 handlum í Danmark, Grønlandi og í Íslandi.
Í fjør vunnu starvsfólkini hjá Idé-møblum eina ferð til Portugal. Í ár sleppa tey ein túr til Finnlands.
Birgir Andreasen staðfestir, at sigrarnir motivera starvsfólkini hjá Koppi og Kannu at halda fram at veita eina góða tænastu.
Í fjør fóru starvsfólkini hjá Koppi og Kannu í Føroyum at vitja Kählers í Portugal. Í ár gongur leiðin so til Finlands at vitja stóru Fiskars fyritøkuna, sum m.a. framleiðir Royal Copenhagen, Iittala og Mumi vørur.